Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá at fara víðari við ætlanunum hjá Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, ið vil gera eitt tunnilslið.
Tunnilsliðið skal bora tunnlar til tær smærru bygdirnar í landinum og eftir ætlan skulu nakrar milliónir setast av um árið at gera arbeiðið fyri.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur á heimasíðu sínari, at slík arbeiðir áttu at verða boðin út til privatu fyritøkur í Føroyum at gera. At landið átekur sær hesa uppgávu hevur við sær, at privatu fyritøkurnar missa arbeiði.
Felagið mælir til, at landsstýrið heldur fer hinvegin og loysir Landsverk frá at gera útinnandi uppgávur.










