Heilsufrøðiliga Starvsstovan upplýsir, at eldurin umborð á Arthenu hevur ikki ávirkað drekkivatnið við Skálafjørðin, men mælt verður frá at fiska á fjørðinum. Fútin, Karen Marie Olesen, hevur nú seinnapartin sent út enn eitt tíðindaskriv um Athenu, har víst verður til áður send tíðindaskriv um sama mál.
- Í framhaldi av tíðindaskrivinum hin 14. mai 2011 kann upplýsast, at tað framvegis er tamarhald á støðuni.
Lagt verður aftrat, at arbeitt verður framhaldandi við at tryggja skipið, og arbeitt verður framvegis við eitt nú at tøma skipið fyri sjógv - og at forða fyri, at meiri sjógvur kemur í skipið.
Í tíðindaskrivinum, sum Karen Marie Olesen, hevur sent, vísir hon til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum upplýsir, at drekkivatnið við Skálafjørðin er ikki ávirkað av eldinum umborð á Athenu.
- Men mælt verður frá at fiska á Skálafjørðinum, verður lagt aftrat.
Meiri kann lesast um hetta á www.hfs.fo