Laufey Blaasvær hevur í vikuni gjørt greitt, at hon ætlar sær ikki at lata seg skriva í manntal, tí navnið á fólkateljingini er útihýsandi fyri kvinnur, men forkvinnan í Javnstøðunevndini tekur ikki undir við einum boykotti.
Kristianna Winther Poulsen heldur, at navnið á fólkateljingini er beinleiðis tápuligt, tí tað er púra burturvið at blanda bíbliskar assosiatiónir upp í.
- Vit gjørdu longu vart við okkum fyri tveimum árum síðani, so tað er ikki tað, at tíð ikki hevur verið at finna fram til eitt annað og meira hóskandi heiti. Men vit vilja kortini ikki mæla til at boykotta Manntal, sigur Kristianna Winther Poulsen.