Stríðið millum Sea Shepherd og føroyska rokkbólkin Týr kyknar nú uppaftur. Sonevndi djóraverdnarfelagsskapurin hevur fleiri ferðir áður alment mælt til, at fólk boykotta føroyska tónleikabólkin við ikki at keypa útgávur teirra, ei heldur at fara til konsertir teirra.
Sea Shepherd hevur eisini mælt fólki til at skriva til tey konsertstøðini, sum hava bókað Týr, og heita á tey um at avlýsa konsertina. Hetta hevur rakt bólkin, millum annað á konsertferðum í USA og í Týsklandi.
Í vár skal Týr eftir ætlan á konsertferð í Frankaríki og Sveis. Týr skal eftir ætlan spæla 22 konsertir í Frankaríki, Týsklandi, Belgia, Hollandi, Eysturríki, Ungarn og Tjekkia, men nú er Sea Shepherd aftur upp á spæl.
Sea Shepherd heitir aftur nú á sínar fjepparar um at boykotta Týr og at skriva til konsertstøðini og eggja teimum til at avlýsa konsertirnar. Sambært sveisiska arminum hjá felagsskapinum hevur eitt konsertstað í Marseille í Frankaríki longu avlýst ætlaðu konsertina har.
Orsøkin til stríðið millum Týr og Sea Shepherd, er at forsangarin í Týr, Heri Joensen, hevur verið nógv frammi alment og vart føroyska grindadrápið, sum Sea Shepherd roynir at steðga. Hann rósar sær av at vera grindamaður, hevur havt almennar framløgur um grindadráp, millum annað á netinum, og sæst eisini á fleiri myndum frá grindadrápum í Føroyum seinastu árini.
- Víkingaheimurin og stjørnustatusin hjá bólkinum kunnu á ongan hátt rættvísgera at drepa túsundatals delfinir, sum eru eitt vart djóraslag í Evropa, skrivar Sea Shepherd Sveis.
Tey halda ikki, at tað ber til at skilja millum luttøkuna hjá Hera Joensen í grindadrápi og hansara arbeiðið sum sangari, millum annað tí, at hann eisini á pallinum er fortalari fyri grindadrápinum.
- Teir syngja sangir sum Grindavísan, sum hann hevur tilognað Paul Watson sum ein háðan, ein sangur, sum verjir grindadrápið, skriva tey.
- Tónleikurin eigur at skapa ein betri heim, ikki at vera eitt talirør fyri slíkar óndar gerðir, sigur Sea Shepherd Sveis.










