Mál viðv. ferðsluviðurskiftunum á Hvítanesvegnum

Í sambandi við at borgarar á Hvítanesi hava víst á tey ótryggu ferðsluviðurskiftini hjá m.ø. skúlabørnum, ið ferðast dagliga á strekkinum millum Hvítanes og Vegin Langa, hevur omanfyrinevnda mál verið til viðgerðar hjá Tórshavnar kommunu.

Tekniska umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur saman við umboðum frá landsverkfrøðinginum lýst málið fyri teknisku nevnd og hvítanesnevndini, og eru uppskot gjørd, ið betra um ferðslutrygdina á nevnda strekki, og kostnaðarætlanir fyri umleið 1,5 mió. kr. fyri íløgurnar eru gjørdar.

Við tað at talan er um trygdarábøtur á øki um og við landsveg, er fyrispurningur settur landsverkfrøðinginum um nær farast kann undir arbeiðið, og hevur býráðið fingið upplýst, at raðfestingin í íløguætlanini hjá stovninum fyri nevnda arbeiði ikki er høgt í metum, og tí heitir býráðið á løgtingsumboðini fyri suðurstreym at gera sína ávirkan, soleiðis at neyðugur peningur verður settur av til endamálið sum skjótast.

Einsljóðandi skriv er eisini sent hinum løgtingsumboðunum fyri suðurstreymoy.


Vinarliga,

k.v.


Leivur Hansen,

býráðsformaður


Jens M. Poulsen,

kommunustjóri