Mál um grovan harðskap útsett

Tveir mans vórðu í Føroya Rætti í dag skuldsettir fyri at hava framt grovan harðskap av vandamiklum slag. Sambært ákæranum hava teir sligið og sparkað ein mann á bæði kropp og høvd, men eingin dómur fall, tí tvey av vitninum fingu ikki komið

“Vold af særlig grov og farlig karakter” eru teir báðir menninir ákærdir fyri. Báðir eru teir fyrst í tjúgunum – annar úr Eysturoynni og hin úr Suðuroy.
Talan var um eina hending uttan fyri Pizzakjallaran í Havn leygarnáttina tann 19. mai í fjør. Sambært vitnisfrágreiðingunum frá teimum báðum ákærdu, vóru teir ávirkaðir av rúsdrekka og minnast tískil ikki alt, sum fór fram hesa náttina. Tí nokta teir seg fyribils sekar í ákærunum.

Fiskiprát gjørdist til rok
Báðir minnast teir tó so mikið sum, at teir vóru í býnum hesa leygarnátt, og at teir uttan fyri Pizzakjallaran vóru komnir í prát við ein fremmandan mann.
Annar av teimum ákærdu sigur seg minnast, at prátið var um fiskiskap og trol, og hetta váttaðu eisini bæði vitnini, sum vóru í rættinum í dag.
Brádliga var áfast millum partarnar. Annar av teimum ákærdu greiddi frá, at hann fór í millum. Hann tók í fremmanda mannin og skumpaði hann burtur, soleiðis at hann datt niður á vegin. Síðani sparkaði hann fremmanda mannin nakrar ferðir, og fór so burtur frá aftur.
Síðani greiddi hesin frá, at hin ákærdi hevði tikið yvir, sum hann málbar seg, og hann skal hava bæði sparkað og sligið fremmanda mannin.
Hin ákærdi maðurin sigur seg ikki minnast tað stóra hetta kvøldið, tí hann hevði drukkið so mikið nógv. Hann ørminnist tó okkurt um eitt kjak uttanfyri Pizzakjallaran, og eisini at fremmandi maðurin kroysti hann upp í móti einum træ ella lyktapela, og at hann dagin eftir hevði nógva pínu í høvdinum og nakkanum av hesum.

Ringdi og bað um umbering
Fremmandi maðurin, sum varð bukaður, var í Føroya Rætti sum vitni í dag. Hann segði seg minnast tilburðin. At teir høvdu prátað um fiskarí og trol, og at tað eisini var vorðið áfatt teirra millum. Hann minnist eisini hvussu tað kendist, tá andlitið bar við asfaltið.
Men hann minnist tó ikki, hvussu tað heili hevði gingið fyri seg hesa náttina, men at annar av teimum ákærdu hevði ringt til sín dagin eftir, og biðji um umbering fyri tað, sum var hent.
Eitt annað vitni, sum ikki var partur av rokinum, gav eisini frágreiðing í rættinum í dag. Hann mintist tó ikki so nógv til hesa náttina, tí tað er so langt síðani tað hendi. Tó váttaði hann, alt sum ákærin las upp úr frágreiðingini, hann hevði givið løgregluni eftir hendingina. Henda frágreiðing passaði væl við tað, sum hinir tríggir høvdu sagt framman undan.

Útsett í tvær vikur
Eingin dómur fall tó í málinum í dag. Tvey onnur vitni skulu eisini geva sína frágreiðing, men hesi bæði fingu ikki møtt í dag. Væntandi fáa tey bæði vitnini givið frágreiðing um einar tvær vikur, og tá fellur eisini dómur í málinum.