– Eg fór upp ein morgunin í februar og út í køkin. Knappliga var tað, sum skramblaði jørðin undan mær, og eg datt á gólvið, sigur 44 ára gamli yrkjarin og tónleikarin Petur Pólson, sum hendan morgunin fekk ein blóðpropp í heilan.
Petur plagdi at koyra dóttur sína í skúla, og hendan morgunin í februar mánað í fjør var hann ikki komin eftir henni. Hon hevði ringt á telefonina hjá pápa sínum um átta tíðina, men hann hevði ikki tikið telefonina. Síðani kom hon framvið um hálvgun nýggju tíðina, og fann pápa sín á gólvinum. Hon ringdi til abban, sum síðani ringdi eftir sjúkrabili.
– Tá bjargaði hon lívið hjá pápa sínum, sigur Petur Pólson, sum tá hetta hendi, var við at koma seg eftir heilabløðing, sum rakti hann tvey ár frammanundan.
Hann fór á Landssjúkrahúsið, og síðani varð hann sendur til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið við tað sama. Í mars mánaði slapp hann heim aftur á Landssjúkrahúsið til endurvenjingar, og í tríggjar mánaðir lá hann á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Eftir blóðproppin var Petur lamin og fekk ikki flutt seg. Hann greiðir frá, at hann var sera illa fyri, og tað hevur tikið langa tíð og nógva venjing at koma upp úr songini og í koyristólin. Nú situr hann í koyristóli fyri tað mesta, men brúkar høkjurnar av og á. Hann fær enn ikki brúkt vinstru síðu til fulnar. Hann hevur fingið stóran skaða bæði kroppsliga og neurologiskt, og fyrstu tíðina fekk hann illa hugsað og als ikki tosað.
– Fyrstu ferð Eivør vitjaði meg á Rískissjúkrahúsinum, sang hon fyri mær. Eg minnist, at eg ætlaði mær at klappa, tá hon var liðug. Og eg klappaði eisini inn í høvdinum, men eg fekk ikki flutt meg. Tá visti eg, at eg var lamin, sigur hann.
– Tað er ein æðr í hálsinum, sum er farin. Hon gjørdi, at heilin fór at bløða, og arrvevnaður ger, at signalið frá heilanum til vinstru síðu í kroppinum ikki kemur fram. Vit eru sniðgjørd frá Skaparans hond, og heilin – siga teir klóku - finnur sjálvur veg útum arrvevnaðin, sigur Petur Pólson frá.
Júst eftir blóðproppin fekk Petur ikki etið vanligan mat, og tí varð alt mosað, áðrenn hann fekk at eta.
– Eg havi roynt “ræstanfiskmos”, flennir hann, og leggur afturat, at hann nú fær etið vanligan mat, og at hann er fegin um at vera komin heim til føroyska matin, luftina, málið, føroysku starvsfólkini á sjúkrahúsinum og ikki minst familju og vinir.
Nú venur Petur nógv, so hann fær styrkt kroppin soleiðis, at hann fær brúkt hann, tá hann kemur upp at ganga aftur, greiðir hann frá.
– Tað bleiv betri beint eftir, at eg kom til Klaksvíkar. Nakrar vikur eftir, at eg kom, gekk eg við høkjum. Nú skal eg savna meg um at gagnnýta tað, sum eg havi, sigur hann.
– Kensluliga havi eg verið í knúsi í eina tíð, og eg havi grátið illa. Tað hevur tikið tíð at stýra kenslum og tankum. Hetta er ein langur teinur, sum eg skal ganga, og eg síggi fyri mær ein langan veg, so langt sum eygað sær, og eg má ganga hann fet fyri fet og ikki leypa ting um, sigur Petur álvarsamur.
Fylgir av blóðproppinum
Petur Pólson greiðir frá, at fyrstu tíðina eftir blóðproppin varð nógv arbeitt við at læra heilan ymiskt av nýggjum. Til dømis var vinstra beinið hjá honum kølblátt, tí hann misti fjarstøðumetingina. Tá hann kom ímóti songini, smekkaði hann ofta beinið í, tí hann føldi onki og fekk tí ikki ilt. Síðani fór hann frá, at onki at føla til at føla ov nógv. Hann greiðir frá, at húðin varð ovurviðkvom, og fekk hann ein dropa av køldum vatni á seg, so fekk hann ilt.
– Alt tað sum heilin ikki skilti, tulkaði hann sum pína, sigur hann
Í Danmark varð nógv tíð brúkt til at læra heilan, at ymiskt, sum hann tulkaði sum pína, ikki var pína. Hetta varð gjørt við, at Petur lærdi seg at góðtaka, at hann ikki fekk ilt av onkrum. Til dømis varð armurin lagdur í ísbað, og síðani royndi Petur at normalisera kensluna við ikki at reagera uppá pínuna, sum heilin kendi.
Eisini hevur hann kent seg ómetaliga móðan bæði í kroppi og í høvdi.
–Eg eri ofta troyttur og orki ikki at tosa. So kanska eg bara átti at tosa minni, sigur Petur Pólson skemtiliga, men leggur afturat, at tað ofta er torført at skoyta allar tankarnir hjá sær upp í setningarnir, sum hann orðar, og tí klárar hann ikki at tosa nógv ella hart.
– Tað verður ringt at fara aftur til arbeiðis at undirvísa, sigur hann og rópar hart “fylgið við!”, sum stóð hann við talvuna í eini skúlastovu.
– Eg klári ikki at tóna tað rætt, leggur hann afturat.
Eg klári heldur ikki at syngja, tí eg brúki so nógva orku uppá, at fáa orðini út, at eg ikki havi orku til at gera tað rætt, sigur hann.
– So kann man siga, at eg altíð havi sungið sum ein blóðproppur, leggur hann skemtiliga afturat.
Tankar um framtíðina
Hann greiðir frá um ein kenning, sum hann hevur fingið hesar mánaðirnar. Ein, sum hann kom at kenna á Ríkissjúkrahúsinum, og sum hevur givið honum íblástur. Saman plagdu teir at skemta um hetta ymiska, og tá Petur til dømis segði, at teir báðir ongantíð fóru at blíva rytmiskir fimleikarar, so plagdi hann at svara, “men mindre kan også gøre det.” Tað varð ein setningur, sum Petur ofta endurgevur.
– Nei, eg fari ongantíð at taka sjómanstak við vinstru hond, og eg fari ongantíð at renna kapp, men minni kann eisini gera tað. Eg kann nógv annað, sigur hann.
– Eg eri skerdur, men eg eri ikki brotin. Av tí at eg eri skerdur, so havi eg forðingar, tá eg royni at gera ymiskt, sigur hann, og greiðir frá, at tað liggja fleiri avbjóðingar fyri framman, tá hann kemur heim aftur til Sandavágs.
Herfyri datt Petur undir venjing við fysioterapeutinum, og tað høvið nýtti hann tá til at venja, hvussu hann hevði bjargað sær upp aftur, um hann datt heima.
– Eg royni ikki at droyma ov stórt, tí størri eg droymi, størri er vónsvikið, um tað ikki riggar. Eg seti mær realistisk mál, tí veruleikin er tað, sum eg altíð havi at fyrihalda meg til, sigur hann.
Hetta er brot úr samrøðu við Petur Pólson, sum var gjørd fyri tveimum mánaðunum síðani, og prentað í Vikuskiftis Sosialinum 10.11.2017