Hóast tað eru mong ár, síðan HIV-smitta fyrstu ferð varð staðfest hjá menniskjum, leita granskarar framvegis eftir heilivági, sum kann gera av við hesa smitti.
Enn hevur tað ikki eydnast at finna ein slíkan heilivág. Tí verður framvegis leitað eftir evnum, sum kunnu halda sjúkuni niðri, meðan hon enn er ólekilig.
Inge W. Nilsen, sum starvast hjá Fiskeriforskning í Noregi, sigur, at mýl (molekylir) úr djórum í havinum nú eru ein hjálp í neyðini hjá teimum, sum eru smittað.
Í fleiri ár hevur Fiskeriforskning í Noregi arbeitt við at gera nýtslu úr ávísum serstøkum organismum, sum finnast í dýrum í norðurlendsku havøkjunum.
- Vit leita eftir lívfrøðiligum ”komponentum” í havinum, sum hava serstakar funktiónir. Vit hava soleiðis ment tvey enzym-produkt úr rækjum. Hesi verða í dag framleidd av felagnum, Biotec Pharmacon og verða brúkt á kanningarstovum um allan heim, sigur granskarin. (-vilmund)
Myndatekstur: (Rækjur… )
Norðmenn hava nú ment tvey enzym-produkt úr rækjum í stríðnum móti HIV