Mál- og týdningarleyst

Hvørki GÍ ella Skála hava stórt annað enn æruna at spæla fyri, men í løtum var talan tó um undirhaldandi dyst í Sarpugerði

Fótbóltur

Meðan at kalla øll hini feløgini í landinum hava stríðst um heiðursmerki ella rættin til komandi luttøku í Formula-deildini, er støðan hjá GÍ og Skála nakað øðrvísi hesi seinastu umførini.
GÍ byrjaði annars árið sera væl, men ein langur niðurtúrur bar við sær, at teir mistu mest sum alt sambandið til oddin í kappingini. Skála hevði hinvegin sera trupult við at finna fótafesti, og leingi var liðið í veruligum vanda fyri niðurflyting. Tann vandin er tó beindur av vegnum, men meira enn tað sama verður tað tó ikki til hjá Skála, eftir at teir annars hava myndað oddin í kappingini tey bæði seinnu árini.

At liðini einki høvdu at spæla fyri, bar tó eisini við sær, at eingin ótti var at hóma, og serliga GÍ nýtti hetta høvið ti lat leypa á frá byrjan.
Teir megnaðu eisini at skapa sær møguleikar, men tá Poul Arni Jacobsen eftir bara 35 minuttum fekk sítt seinna gula kort  eina avgerð, sum heimamenninir vóru ónøgdir um  broyttust fortreytirnar munandi.
Eftir hetta royndi gøtumenn fyri tað nógva at standa rætt á vøllinum, soleiðis at javnleikurin í øllum føurm kundi bjargast. Tað gav stóra leikliga yvirvág til Skála, sum eisini skapti fleiri møguleikar, men tað eydnaðist ongan tíð at seta avgerandi fótin á bóltin. Hinvegin hevði GÍ eisini onkra góða roynd, so heilt tannleysir vóru teir tó ikki.

Steypakappingin eftir
Hjá GÍ var nøgdsemi hampuliga stórt eftir dystin. Serstakliga soleiðis sum fortreytirnar lagaðu seg.
- Vit megna so loksins at halda málið reint, og tað er sjálvandi at fegnast um, sigur Petur Mohr, venjari.
- Eg haldi eisini, at vit fóru undir uppgávuna við góðum treysti, men útvísingin broytir sjálvandi alt, og so ráddi bara um at verja. Sjálvandi kundi eg valt at satsa við at halda fast um tveir áleyparar, men eg haldi ikki, at tað vildi tænt nøkrum endamáli sum so, heldur hann.
Hjá Skála er steypakappingin helst tað, sum menn nýta størstu sálarligu orkuna til í hesum døgum. Mikukvøldið er seinna hálvfinalan móti KÍ á skránni, men við 3-0 leiðslu til klaksvíkingarnar, er mótbrekkan her heilt stór hjá Skála. Í øllum førum krevur tað, at liðið frá fyrsta bríksli skal hugsa meira frameftir, enn teir gjørdu í Gøtu sunnudagin.