Mál og sigur til Jóan Símun

Arminia Bielefeld vann í kvøld 4-3 við góðari hjálp frá Jóan Símuni

Arminia Bielefeld hevur í kvøld vunnið fyrsta dystin í seinnu hálvu í 2. Bundesliguni. Jóan Símun Edmundsson var við til at venda gongdini, og tryggja Arminia Bielefeld ein 4-3 sigur á SG Dynamo Dresden

 

Les eisini: Mál og minuttir til Jóan Símun

 

Tað vóru annars heimamenninir úr SG Dynamo Dresden, sum skutu trý av fýra teimum fyrstu málunum í dystinum. Tá farið var til hálvleiks var Arminia Bielefeld aftanfyri 3-1. Stutt inn í seinna hálvleik var tað so Jóan Símun Edmundsson, ið minkaði um munin til 3-2. 

 

Gestirnir úr Arminia Bielefeld hildu fram at trýsta og endaðu við at vinna 4-3. Føroyski landsliðsspælarin hevur verið ivasamur orsaka av einum knæskaða, men hann byrjaði inni og spældi 90 minuttir, áðrenn hann bleiv skiftur út.

 

Arminia Bielefeld er framvegis á 14. plássi av 18, men nú eru heili átta stig niður til niðurflytingarstrikuna.