Mál og samrøður: KÍ-Zalgiris (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Jóannes Bjartalíð og Mikkjal Thomassen, ið settu orð á keðiliga 1-2 tapið ímóti Zalgiris

KÍ hevur eitt torført útgangsstøðið til returdystin ímóti Zalgiris í Vilnius í Litava í komandi viku. Tað stendur greitt aftaná KÍ tapti 1-2 á ovara vølli í Gundadali í fyrra dystinum millum liðini í Europa League undankappingini. Zalgiris skoraði sigursmálið heilt ímóti endanum, og var tað vátur vøttur hjá KÍ at fáa. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum millum KÍ og Zalgiris.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð sum skoraði málið hjá KÍ uppá brotsspark.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ.

 

Jóannes Bjartalíð og Mikkjal Thomassen eru báðir harmir um, at tað glapp hjá ímóti dystarenda. Teir leggja tó eina við, at KÍ hevur ikki lagt kongin og fer at ferðast til Litava í trúnni uppá, at tað fer at bera til at vinna seg víðari í Europa League kappingini. 

 

Ferðalagið hjá KÍ fer til Litava mánadagin. Returdysturin verður spældur hóskvøldið klokkan 18.