B36 hálvkiksaði ímóti St. Joseph úr Gibraltar. B36 hevði møguleikarnar til at vinna fyrru uppgerðina í Europa League, men teir máttu taka til takkar við einum 1-1 javnleiki, og mugu nú í øllum hitanum niðri í Gibraltar royna at vinna samlaðu uppgerðina tá liðini hittast aftur um eina viku.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá báðum málunum í dystinum, ið bæði komu uppá brotsspark. Lukasz Cieslewicz skoraði fyri B36. André Olsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Lukasz Cieslewicz aftaná dystin.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Odmar Færø aftaná dystin.
4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg aftaná dystin.
5) Hoyr André Olsen taka samanum avrikini hjá B36 og KÍ í Europa League í kvøld.
Felags er fyri Lukasz Cieslewicz, Odmar Færø og Jákup á Borg, at teir eru vónbrotnir um, at ikki meir fekst burturúr. Teir hava tó allir góða vónir um, at B36 kann koppa St. Joseph á útivølli í Gibraltar um eina viku.