Tað mundi ikki vera nakað, sum hann hugsaði stórvegis um, men við málinum til 5-1, skeyt Leif Niclasen mál nummar 400 í Formula-deildini í ár. Tað er samstundis nógv hægsta máltalið, sum vit hava havt í fremstu føroysku fótbóltsrøðini, men tað kemst sjálvandi av, at dystartalið í ár er væl hægri, enn tað vanliga er.