Mál nummar 200

Talan var um eitt slag av jubileum, tá Amed Sylla Davy stútaði bóltin í B68-málið sunnudagin.
Talan var nevnliga um Formula-mál nummar 200 í ársins útgávu av kappingini, og til samanberingar kann nevnast, at kappingin higartil hevur verið nakað málríkari, enn hon var tað í fjør.
Tá kom mál nummar 200 nevnliga í 14. umfarinum, og var tað Símun Louis Jacobsen hjá GÍ, sum skeyt hetta, tá teir spældu útidyst móti NSÍ tann 26. juni.