Mál, mál, mál!

Í sannari málveitslu reistist Neistin aftur, tá oddaliðið úr Vestmanna vitjaði á Hálsi í gjár. Havnarfelagið styrkti um sína støðu í oddanum, meðan VÍF framvegis ikki er trýst í finalustríðnum

Hondbóltur

 

Seinast teir vitjaðu í høllini á Hálsi var eingin ivi. Tá Sámal Joensen, Áki Olsen og Agnar Joensen prógvaðu klassamunin millum liðini, og nær um samstundis staðfestu sín leiklut í finaluni í landskappingini.

Men hesaferð løgdu neistamenninir líka í. Teir vóru til reiðar at bjóða av – av tí einføldu orsøk, at teir vóru trýstir. Trýstir í oddastríðnum.

Liðini fylgjast allan vegin. Serliga Sámal Joensen bítur frá sær og vil treyðugt lata heimaliðið fara til stroks í høvuðsstaðnum. Lið um lið verður togað um at fáa leiðsluna, men eingin sleppur undan. Vestmenningar halda seg hava gjørt sítt, tá teir skora til 37-36 tveir minuttir undan leikloki. Men einki er avgjørt. Ikki fyrrenn serbiski Jugoslav Djumic brádliga skræðir seg leysan og sendur bóltin trygt í netið handan Eli Muller. 50 sekund eftir, og eitt mál á muni.

 

Málveitsla í Havn

Tað manglaðu ikki mál á Hálsi í gjár. Heili 75 ferðir kundi onnur helvtin av áskoðarafjøldini reisast, rópa og klappa. Men til seinast var tað heimaáskoðararnir, sum kundu frøast.

- Hygg, hvussu glaðir teir eru fyri at hava vunnið á VÍF, sigur ein vónbrotin vestmenningur á áskoðaraplássinum, júst sum neistamenn leypa í ein trunka. Og tað var eisini ein orsøk til at frøast. Neistin reistist aftur eftir ósigrarnar á Skála seinasta vikuskiftið og KÍF mikukvøldið, og somuleiðis styrkti sína støðu í FM-kappingini. Líkamikið við verjuspælinum, málunum og persónligu villunum – úrslitið taldi.

 

Sami trupulleikin

Neistin hevur bestu álopskortini í landinum. Finnur Hansson, Jugsolav Djumic, Áki Mørk og Tróndur Kragesten fyri at nevna nøkur. Teir hava staðið fyri allarflestu málunum, sum liðið hevur fingið í hesum kappingarárinum. Og tað er sanniliga teimum at takka, at Neistin hevur skotið flest mál higartil. Men í verjupartinum riggar ikki. Bláa havnarfelagið hevur latið flest mál ígjøgnum. Fleiri vildu eisini seta spurnartekin við, um tað var flott ella keðiligt at vinna við 38-37 á vestmenningum.

 

Rómur í høllini

Eyguni fylgja hvørjari sending. Dómarin fær eina átalu, hvørjaferð hann bríkslar í floytuna. Fólk fáa nóg illa sitið á afturpartinum. 37-37, og ein minuttur eftir at spæla.

- Teir mugu ikki skora nú!, rópar ein vestmenningur, tá Áki Mørk stendur við bóltinum. Men so tekur Neistin time-out. Seinasta álopið skal leggjast til rættis.

Lítil løta seinni. Heimaliðið stillar upp, og uppspælið endar við, at Jugoslav Djumic leypir inn í feltið og leggur Neistan á odda. 38-37. Talvan vísir 59.09.

Seinasti møguleikin fyri stigi. VÍF byggir upp. Jugoslav Djumic, sum eina løtu er hetjan, fellir óneyðugt ein mótstøðumann og verður útvístur. 13 sekund eftir. Vestmenningar vita ikki, hvussu teir skulu bera seg at. Eingin ætlan. Áki Mørk leypur út og fær hendur á bóltinum. Hann leggur seg niður við bóltinum í føvninginum. Liðugt. Áskoðararnir kunnu umsíðir fagna sínum monnum aftur.

 

Fakta um dystin

Neistin-VÍF 38-37 (21-16)

10 min: 5-3

20 min: 11-8

40 min: 24-23

50 min: 32-32

Málskjúttar

Neistin: Áki Mørk 14(7), Jugoslav Djumic 6, Tróndur Kragesteen 6, Finnur Hansson 6, Bogi Berg 2, Birgir Poulsen 1, Ingi Olsen 1

VÍF: Sámal Joensen 14(4), Áki Olsen 6, Áki G. Olsen 6, Rúni Joensen 5, Joen P. Høgnesen 4, Agnar Joensen 1

Brotskøst: Neistin 7, VÍF 5

Útvísingar: Neistin 3, VÍF 5

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen