Mál eru ikki ov sein í tingið

Løgmaður vísir á, at hóast nógv mál eru borin niðan í tingið í seinastuni, er ikki neyðugt, at meira enn fýra teirra verða avgreidd fyri nýggjár

John Johannessen


? Vit skulu minnast til, at tingið ikki fer til hús fyrr enn í maj. Tí er góð tí at viðgera tey lógaruppskot, ið koma niðan í tingið.

Løgmaður er ikki samdur, tá tingfólk vísa á, at landsstýrið kemur ov seint í tingið við lógaruppskotum, og at úrslitið av hesum verður, at mál verða skrumblað ígjøgnum.

Tingfólk hava víst á, at nógv mál, sum skulu avgreiðast fyri nýggjár, fyri stuttari tíð síðani eru komin í tingið. Hetta, halda tey, ger, at stundir als ikki vera til at viðgera tey, og er úrslitið, at málini verða samtykt uttan, at tingfólk eru heilt greið yvir, hvat tey snúgva seg um.

Men løgmaður vísir á, at hóast nógv mál eru borin í tingið í seinastuni, merkir hetta ikki, at tey øll skulu avgreiðast fyri nýggjár.

? Talan er um eini fýra mál, sum skulu vera avgreidd fyri nýggjár, restin kann bíða til seinni.

? Hvussu skjótt mál verða avgreidd gjøgnum umsitingina, hongur saman við, hvussu tey verða raðfest. Men tað tekur tíð hjá øllum málum at koma ígjøgnum prosessina. Tey skulu viðgerast politiskt, síðani í samgonguni, síðani á løgtingsskrivstovuni, og at enda koma tey so í tingið.

Løgmaður vísir á, at øll hendan prosessin er til fyri at gera arbeiðið í tinginum lættari, og hann heldur, at hendan mundandi betur stendur til hjá verandi samgongu at fáa mál í tingið, enn tað gjørdi hjá undanfarnu.