Enn er einki semingsuppskot komið á borðið í ósemjuni millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. men eitt sonevnt notat er, sum semingsmenninir hava víst pørtunum, fyri á tann hátt at vita, um hetta er nakað, ið kann fáa partarnar aftur til samráðingarborðið.
Føroya Lærarafelag hevði í gjár fund við semingsmenninar, har teir greiddu nærri frá nøkrum viðurskiftum í ritinum, sum felagið vildi hava lýst nærri.
- Vit høvdu eisini nakrað, ið vit vildu hava neyvlýst og vildu hava við. Síðani fóru semingsmenninir út Fíggjarmálastýrið. Vit væntað at fáa eitt upprit aftur, ið er lagað eftir tí, ið vit eru komin fram til á fundinum, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.
Lønardeildin hevði annars góðtikið at fara til samráðingar útfrá skrivinum hjá semingsmonnunum, sigði Útvarpið í vikuskiftinum. Hesi tíðindi hevði Elsa Birgitta Petersen eisini hoyrt, men hevði annars onga viðmerking.
Hon sigur, at Lærarafelagið ikki hevur góðtikið nakað enn. Heldur ikki er greitt, um uppritið, ið felagið fær aftur, verður við teim broytingum, ið felagið hevur ynskt, tí tað skal eisini leggjast fyri hin partin, Fíggjarmálastýrið, ger Elsa Birgitta Petersen vart við.
Mýkingarstøða
Sostatt er einki slóðbrótandi at frætta í ósemjuni.
- Beint nú eru vit í eini støðu, har ein mýkir nøkur ting, segði forkvinnan í Føroya Lærarafelag seinnapartin í gjár.