Mýk tær vøddarnar í Brixini !

Nýggj viðgerðarstova í Saltangará

Leygardagin 1. juli lat nýggja vøddamýkingarstovan Brixin v/ Ranvu Knudsen
upp í Saltangará.

Ranvá bjóðar kundum sínum vøddamýking til allan kroppin. Viðgerðarstovan er
fyri øll, bæði fyri fólk, ið hava knýttar vøddar, eru ring av høvuðpínu og myosum og fyri teimum, sum bert vilja njóta eina løtu í hugnaligum umgevilsum og slappa av.

Vøddamýking er fyri øll - ung sum gomul. Til ber eisini at gleða onkran annan
við at keypa eitt gávukort