Millum klokkan 15 og 17 í dag bjóðar M.J.Saltsøla til móttøku í nýggja bygninginum, sum felagið hevur latið byggja á ídnaðarøkinum Við Rætt á Toftum.
Nýggi bygningurin stendur nú liðugur, og tað er í hesum sambandi, at felagið ynskir at bjóða almenninginum inn á gólvið.
Stjóri í M.J.Saltsølu er Magni Johannesen.
Portalurin fer at venda aftur til hesa móttøku seinni í dag ella í kvøld.










