Fríggjadagin letur framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík við tveimum listafólkum, sum bæði eita Dal-Christiansen til eftirnavn. At tey hava sama eftirnavn er ikki løgið, tí tað eru nevniliga móðir og sonur, sum vísa síni verk fram.
Sonurin, Bárður, er ungur havnamaður, sum býr í Keypmannahavn og sum er kendur fyri Scrub Art og málningalist.
Mamman, Rosa Birgitha, er pedagogur í Dr. Ingridar Barnagarði og mest kend frá Rabarbuglasi og Eiturkoppum.
Og nú vísa tey síni nýggjast verk fram, sum tey sjálvi kalla tekningar, krutl, figurar, skálir og tankar um lívið og - ikki minst- um deyðan.
Framsýningin letur upp fríggjadagin klokkan 17.30 og tá fer Petur Háberg eisini at spæla nøkur løg.