Ferðsla
Í tí nógvu og serstakliga hálu svartahálkuni týsmorgunin hendu nógv ferðsluóhapp ymsastaðni kring landið.
Eitt av teimum álvarsomu, sum lættliga kundi kostað mannalív, um eydnan ikki var við, var ein hending á landsvegnum í Saltnesi. Ein minni vørubilur við móðir og tveimum ávikavist 8 og 3 ára gomlum døtrum fór skeivur á vegnum, slerdi síðuna út ímóti lágu bilverjuni og fór upp um hana við hjólunum hægst. Bilurin endaði hálvur úti í sjónum ? á takinum.
Einasti sjónarváttur til hendingina, var Jógvan Ósá, løgreglumaður, sum júst tá var á veg út á Toftir í samband við eitt annað ferðsluóhapp har úti.
Tíðliga í stóra "buginum" í Saltnesi, stutt uttanfyri Sandsøluna, møtir hann vørubilinum, sum kemur inneftir. Knappliga missir førarin á vørubilinum tamarhaldið, og Jógvan Ósá sær í speglinum, tá ið bilurin er farin fram við, at hann fer "siglandi" eftir vegnum, slær síðuna móti bilverjuni, bóltar tvørtur um verjuna við hjólunum hægst, kemur niðuraftur á hjólini hinumegin og bóltar enn einaferð, til hann at enda liggur á takinum, hálvur úti í sjónum.
Jógvan steðgar og skundar sær á staðið. Beinanvegin eru aðrir bilar komnir, og saman við Jógvani hjálpa onnur til at fáa tey trý, sum eru í vørubilinum, út í øllum góðum.
Tær tríggjar, móðir og døtur, fara fyrst á Politistøðina og síðan á Læknamiðstøðina til viðgerðar. Har vísir tað seg, at tey bert hava fingið smávegis likamligar snuddir.
Eingin ivi er um, at ein slík ferðsluvanlukka sum hendan, skjótt kundi kostað mannalív, um hepni ikki var við teimum, sum vóru í bilinum.
Bóltaði bilurin einaferð ferð aftrat, hevði hann farið undir, tí staðkendir menn, sum steðgaðu á í Saltnesi hendan morgunin, siga, at djúpt er út fyri.
Á Politistøðini í Runavík siga tey, at vørubilurin koyrdi hóvliga, tá ið óhappið hendi, men tað var bara so óvanliga hált hendan morgunin.
Jógvan Ósá hevur sagt, at tá ið hann møtti bilinum, var ferðin í øllum førum ikki omanfyri 50 km. um tíman.
Á hesum vegastrekki í Saltnesi er mest loyvda ferðin 80 km. um tíman.










