Rutt er 47 ára gomul, heimaarbeiðandi, og eigur 5 børn. Hon hevur havt seyming sum ítriv.
Sum nakað nýtt roynir hon seg við barnaklæðum úr bleytari føroyskari ull. Umframt sera vakrar kjólar vera húgvur og jakkar bæði til gentur og dreingir at síggja.
Ester er 21 ára gomul og hevur mála í nøkur ár. Hon hevur sýnt fram á Varmakeldu áður. Nú er hon farin at royna seg við abstraktari list. Málningarnir, ið eru sera ymiskir í stødd, eru ljósir og tó við ymiskum skuggum. Uppi á loftinum verða náttúrumálningar at síggja, sum Ester eisini hevur gjørt.
Framsýningin letur upp 4. desember. Fernisering verður, har pápi Rutt, Finnur Hansen, ið júst hevur givið fløguna "Undurfulla Land" út, verður við. Eisini verða Mirjam, Vanja, Laila og Barbara at hoyra. Framsýningin er opin frá kl. 15-18.