Real Madrid venjarin, José Mourinho, sigur at møðin var orøkin til at hansara menn í kvøld ikki megnaðu at vinna seg í Champions League finaluna. Bayern Munchen spardi fleiri av sínum leikarum um vikuskiftið, meðan Real Madrid spældi avgerandi dyst í sponsku landskappingini móti Barcelona.
- Mínir leikarar góvu alt teir høvdu, men munurin var at teirra spælarar nærmast hvødu frí um vikuskiftið, meðan vit spældu tann torførasta dystin í sponsku kappingini, segði José Mourinho við ITV eftir dystin.
Borussia Dortmund er longu týskur meistari og tí kann Bayern Munchen hvíla leikarar, sum teimum lystir.
Á tíðindafundinum tosaði hann eisini um hálvfinaluna í 2007 móti Liverpool, tá han var venjari hjá Chelsea. Tá hevði Liverpool einki at spæla fyri í Premier League og spardi fleiri leikarar í dystinum upp til seinnu hálvfinaluna, sum Liverpool vann upp á brotssparkskapping.
- Eg eri mest keddur vegna leikararnar. Tað pínur meg at síggja teir keddar. Vit mugu verða sterkir. Í fjør vunnu vit steypakappingina og í ár standa vit til at vinna landskappingini. Tað er eitt framstig, sigur José Mourinho.
Real Madrid er sjey stig fremst í La Liga.