Má ikki skjótast enn longur út

MARKNAGILSDEPILIN – Tað má ikki henda, at ætlanin við Marknagilsdeplinum verður skotin enn longur út, sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna, sum hevur sett Bjørn Kalsø, mentamálaráðharran, fyrispurning um málið

– Hví gjørdust læstu boðini upp á Skúladepilin í Marknagili nærum 50 prosent hægri, enn metingin hjá Landsverki?
– Verður møguligt at gera sparingar í verkætlanini svarandi til 155 milliónir krónur uttan at hetta kemur at ganga út yvir eitt nú góðsku, snið og virksemi hjá skúladeplinum?
– Um neyðugt, fer landsstýrismaðurin at biðja Løgtingið um at økja játtanina til Skúladeplin í Marknagili?
– Hví hevur fyrireikingin av verkætlanini tikið fýra ár?
– Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at verkætlanin ikki verður útskotin enn einaferð?
– Fer landsstýrismaðurin at gera nakað fyri at tryggja, at føroysk feløg og føroysk arbeiðsmegi verða nýtt í sambandi við hesa nýskapandi verkætlan?
– Nær verður farið í gongd við byggingina?

Hesar spurningar vil Kristina Háfoss hava Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum at svara uppá.
Tingkvinnan heldur, at málið um Skúladeplin í Marknagili hevur tikið alt ov langa tíð.
Hon vísir á, at tað var undir leiðslu av CHE samgonguni, sum sat frá februar til september í 2008, at tað eydnaðist at fáa breiða politiska semju millum allar flokkar á Løgtingi um at fara undir at byggja Skúladepilin í Marknagili, ið skal húsa bæði HF- og Studentaskúla, Tekniska skúla og Handilsskúlanum.

Tikið alt ov langa tíð
– Ein verkslagslóg varð samtykt við atkvøðu frá øllumf lokkum á Løgtingi. 28 atkvøður vóru fyri og fýra ímóti Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Anfinn Kallsberg og Gerhard Lognberg. Harvið vórðu karmarnir lagdir, sigur hon.
Kristina Háfoss vísir á, at til verkætlanina vórðu í verklagslógini settar av 23.000 krónur fyri fermeturin, samanlagdar 391 milliónir krónur.
– Eftir ætlan skuldi farast til verka við fyrireikingar beinanvegin og skuldi projekteringin verða liðug sama árið. Skúladepilin skuldi vera klárur at taka í nýtslu í 2013. Sum kunnugt tók ABC-samgongan við í 2008 eftir CHE-samgonguna, og eftir hetta ABDH-samgongan, og nú vit eru í 2012 er spakin enn ikki settur í, sigur Kristina Háfoss.
Hon vísir víðari á, at helst eru nógvar orsøkir til hetta, men at tað hevur tikið óskiljandi langa tíð at fyrireika hesa verkætlan.
– Og við tí játtanarkarmi, ið henda samgongan hevur samtykt, verður skúladepilin ikki klárur at taka í nýtslu fyrr enn í 2016 – í besta føri. Nú boð eru komin inn upp á skúlan er greitt, at byggifyritøkur meta, at kostnaðurin verður í minsta lagi nærum 50 prosent hægri, enn Landsverk hevur mett. Hetta merkir, at Landsverk má í gongd við umfatandi spariætlanir ella at landsstýrismaðurin kemur við dagførdari verklagslóg har biðið verður um størri játtan, sigur hon.

Útlendingar fara við arbeiðinum
Kristina Háfoss sigur víðari, at ov mikið av tíð hevur verið nýtt til at gera fyrireikingarnar til fulnar, og at tað undrar hana ómetaliga nógv, at tað er so stórur munur á metingini frá Landsverki og boðini. Samstundis kann tað tykjast nærum ómøguligt at spara úr 475 mió. kr. niður í 320 milliónir krónur fyri tann partin av verkætlanini, ið byggifyritøkurnar skulu taka sær av, uttan at hetta kemur at ganga sera hart útyvir skúladepilin.
Hartil heldur hon tað verða greitt, at um landsstýrismaðurin bert velur at hyggja at kostnaðinum í sambandi við tey boð, ið eru komin upp á byggingina, og velur lægstu boðini, so verður tað verður ein íslendsk fyritøka, ið fer at byggja meginpartin av skúladeplinum. Harvið verða tað ikki føroyskar fyritøkur, ið koma at økja teirra virksemi og skapa sær vitan og royndir av hesi verkætlan.
– Tað sum ikki má henda er, at henda verkætlan verður útskotin enn meira. Tí ongantíð áður er ein almenn skúlaverkætlan fyrireikað í so langa tíð, samstundis eru miðnámsskúlarnir í Tórshavn ógvuliga illa fyri, tá umræður hølir, ikki minst Tekniski Skúli og Studentaskúlin í Hoydølum. Men skúlarnir royna at halda áfram vitandi um, at tað nú verður farið í gongd við at byggja nýggj høli. Tað er tí av alstórum týdningi, at tryggjað verður, at tíðarætlanin ikki verður útskotin, sigur Kristina Háfoss í viðmerking til fyrispurningin, hon hevur sett avvarðandi landsstýrismanni við vón um, at Skúladepilin í Marknagili verður ein væleydnað skúlaíløga sum gerst til veruleika sum skjótast.