Karin Kjølbro
Nú høvdu mong mist vónina um, at starvsfólkamálið á Matrikkulstovuni kundi fáa eina virðiliga loysn. So mikið størri var gleðin, tá tíðindini bórust fríggjakvøldið, at tey trý fleiri ferðir uppsøgdu, nú endaliga hava fingið síni starvsviðurskifti í rættlag, eftir at Innlendismálaráðið hevur gjørt úrskurð. Nógv vita, hvat tað ger við fólk og teirra sálarfrið at vera uppsøgd úr arbeiði eina ferð. Tað er ræðandi at hugsa um, hvat hendir við einum, ið er uppsagd/ur 4 ferðir.
Júst hetta høvdu vit klárt í minninum, tá visjónin um Føroyar sum besta land at liva og virka í í 2015 varð framløgd.
Í heyst hevur eisini ein samd trivnaðarnevnd í løgtinginum gjørt ta samtykt (kanska júst við íblástri av hesum máli), at landsstovnar skulu taka serlig atlit fyri teimum, sum vegna brek ella serligar umstøður hava ilt við at fáa pláss á arbeiðsmarknaðinum.
Nakað ta somu løgtingssamtykt minnist eg eisini at vera gjørda fyri 20 árum síðani. Tá snúi tað seg um, at arbeiðspláss skuldu vera tøk til fólk við breki á øllum landsstovnum,- alt eftir hvussu stórt arbeiðsplássið var. Hetta hevur kortini ikki kunnað forða fyri tí, sum hendi á Matrikkulstovuni.
Við jøvnum milllumbili, finna samgongur útav, at landsstovnar skulu spara – vælvitandi, at hetta nærum altíð førir við sær uppsøgn av starvsfólkum. Og ofta hevur tað endað við, at júst tey við skerdum førleiki vóru fyrst uppsøgd. Dømini eru mong.
Meina løgtingsmenn nakað við tað at taka serlig atlit fyri tey førleikaskerdu, so má eisini eitt amboð vera til stovnsleiðarnar ið sigur, at farast skal ikki fyrst eftir teimum við skerdum førleika, tá ið sparast skal. Tey hava truplast við at finna annað arbeiði.
Hetta kann so eisini verða eitt deilmál ávegis til visjón 2015.
Tá tað er sagt, so skal ikki verða gloymt, at tað eyðnast av og á at fáa arbeiði á landsstovnum til fólk, ið annars hava ilt við at fáa arbeiði. Men sum heild má sigast, at tað er hópin lættari at venda sær til privata arbeiðsmarknaðin, tá tú ert úti í hesum ørindum. Tey hava samanumtikið betur skilt ognina í fjølbroytni og margfeldinum, og at tað er týðningarmikið, at arbeiðsmarkanaðurin myndar tað samfelag, vit liva í. Mongu lýsingarnar hjá tí almenna í seinastuni eftir fólki benda á, at lønarfólkið er farið at ivast í, hvussu hugaligt tað er at arbeiða hjá tí almenna.
Men tillukku til starvsmannafelagið, og tillukku tit trý, ið vónandi trygg og vónrík gera tykkum til reiðar at fara upp til ein nýggjan og góðan arbeiðsdag.










