Má ikki gerast í óðum verki

Henrik Old ber stóran ótta fyri, at eitt tilfeingisgjald í enn størri mun vil skunda undir miðsavnanina í føroyskari fiskivinnu, og tí er hetta ikki ein tanki, sum hann treytaleyst tekur undir við

Tilfeingisgjald

Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin og formaður í Vinnunevndini, vil ikki stilla seg millum teirra, sum rópa harðast um at fáa eitt tilfeingisgjald oman á føroysku fiskivinnuna.
- Fyrst og fremst, so er eingin greið niðurstøða í Javnaðarflokkinum um hetta. Vit hava ofta umrøtt spurningin, men nakra patent-loysn hava vit ikki.
- Og mín persónliga støða viðvíkjandi hesum spurninginum er í øllum førum, at eg heilt avgjørt havi mínar beteinkiligheitir í hesum málinum. Verður úrslitið av eini slíkari skipan, at tann veikari parturin av flotanum verður uppkeyptur av teimum sterkastu, so fáa vit eina enn størri konsentratión av virðunum í havinum. Eina konsentratión, sum eisini gevur fíggjarstovnum eitt enn størri vald, og tað er avgjørt ikki ein tanki, sum eg gangi inn fyri.
Vil tað so siga, at tú persónliga er ímóti tankanum um eitt tilfeingisgjald?
- Eg teljist í øllum førum ikki millum teirra, sum stilla seg at rópa harðast um, hvussu hetta skal gerast. Tekniskt er tað jú ótrúliga trupult at koma við nøkrum greiðum framferðarhátti, og besta dømi um hetta er væl, at enn er andstøðan ikki komin við nøkrum greiðum boði um, hvussu hetta skal gerast. Og hartil vil eitt slíkt avgjald undir øllum umstøðum vera ein forðing hjá teimum, sum vilja gerast partur av vinnuni, tí tað ger loyvini kostnaðarmiklari.
Men er tann forðingin ikki longu til staðar?
- Tað er hon. Og sjálvur haldi eg, at vit í fyrsta umfari eiga at grípa inn í ta spekulatión, sum fer fram í døgum. Her kundi eitt hugskot verið, at handil við fiskidøgum varð skattaður eins hart, sum vanligi føroyingurin verður skattaður, heldur enn talan bert er um partafelagsskatt. Gjørdu vit tað, so haldi eg í øllum førum, at vit høvdu vunnið heilt nógv beinanvegin, staðfestir Henrik Old.

Mugu ansa sær
Undir øllum umstøðum, so heldur Henrik Old, at skulu nakrar broytingar gerast í lóggávuni, so eiga hesar at verða framdar í samstarvi við vinnuna sjálva.
- Trupulleikin er jú, at størsti parturin av vinnuni ikki megnar at bera nakað eyka. Teir handlar, sum hava verið í stóra klassanum, eru fyrst og fremst við loyvum í Barentshavinum og í pelagiska flotanum. Tey, sum royna á føroyska landgrunninum hava tað nóg trupult, sum er, og tí má størsta varsemi sýnast, um viðurskiftini hjá hesum verða broytt.
- Og longu nú eru nakrar reguleringar gjørdar, soleiðis at handil millum skipabólkar ikki longur er gjørligur. Hetta var eitt óheppið fyribrigdi, og at tað er broytt, haldi eg eisini prógvar, at politiska skipanin hóast alt er hampuliga skjót at regulera tingini. Tað týdningarmesta er tó, at hesar reguleringar ikki verða framdar í óðum verki, men verða framdar við størst møguligum atliti til vinnuna, sum merkir avleiðingarnar av hesum.