M.I.A. á Roskilde

Roskilde Festivalurin hevur nú almannakunngjørt, at enska M.I.A. kemur á Roskilde saman við Burhan G og Majors. M.I.A. blandar enskt grime-hiphop við dancehall, Bollywood og afro-hiphop við The Pixies. Tónleikur hennara er skitin eins og ein gongubreyt í einum stórbýi og hann hevur bæði vesturlendskt og orientalskt blóð í sær. Seinasta fløga hennara ?Kala? hevur enn einaferð styrkt støðu hennara millum fremstu tónleikararnar innan alheimspopp.

 

Saman við M.I.A. eru stór donsk nøvn innan R&B og hiphop eisini almannakungjørd.

 

Danski Burhan G, sum herfyri vitjaði Føroyar, byrjaði sum backing-sangari fyri vinmonnunum Outlandish, men skjótt varð greitt, at hann hevði eina stóra sangrødd. Hann hevur seinastu árini prógvað, at hann ivaleyst hevur eina stóra framtíð fyri sær viði fangandi rødd síni.

 

Majors er ein nýggjur danskur hiphop-superbólkur, sum stendur av DJ Noize, DJ Static, Nat Ill, J-Spliff og Negash Ali. Fyrsta fløga teirra kemur út í apríl, men longu nú hevur bólkurin fingið sera góð ummæli.