Má hava nýggja leiðslu

Seinasti hurluvasin í Føroya Javnaðarflokki er bert enn eitt dømi um, at tey, ið standa í fremstu røð í flokkinum, ikki ynskja ella eru ikki før fyri at leiða flokkin inn aftur á beint.

Rúm tíð er liðin, síðan farið var undir at leita eftir javnaðarhugsjónunum og rótunum. Sigast má, at illa hevur gingist. Ístaðin fyri at taka í egnan barm, so verður nú alment lagt eftir einum persóni, sum um hesin er orsøkin til tær mongu "frustratiónirnar," flokkurin er komin sær í. Ótrúliga óheppið og vánaligt.
Løgið, at út av lagi vánaligu veljarakanningarnar og útsagnirnar frá trúgvum javnaðarstuðlum ikki rína við. Umberingar, so sum at flokkurin er í samgongu við tveir borgarligar flokkar, kunna ikki brúkast til nakað sum helst. Tí hvør hevur valt at vera í hesi samgongu? Óivað høvdu vit verið fleiri, íð høvdu stuðlað flokkinum í hesi samgongu, um vit sóu og merktu, at stríðst var bara fyri onkrum, íð bar brá av javnaðarhugsjónum. Men so er ikki, og tað er so væl skiljandi. Síðan núverandi formaður tók við, er einki mál komið í stevnuskránna, sum kann gera bata fyri tey, sum eru láglønt og tey, íð ikki klára dagligdagin. Og hvussu kundu vit væntað tað, tá mál sum stættarstríð og samhaldsfesti verða seld Fólkaflokkinum fyri at sleppa at vera stuðulsflokkur hjá hesum sama??
So komið ikki og sigið, at tit ikki duga at selja politikkin!!!
Tað er í tøkum tíma, at Javnaðarflokkurin fær nýggjan leiðslu.