Møðgur á ársins liði

Her síggjast ársins lið í føroyskum mans- og kvinnufótbólti.

Síðstu heiðrarnir á ársins-tiltakinum, sum Miðlahúsið og FSF skipaðu fyri á Hotel Brandan í kvøld, vóru plássini ársins liði hjá kvinnum og monnum.

Liðini eru sett eftir hvussu nógvar atkvøður hvør leikari fekk í atkvøðurgreiðsluni sum ársins málverji, verjuleikari, miðvallari og áleypari.

Tað serliga á ársins liði hjá kvinnum er, at møðgurnar Ragna Patarwary og Jórun Patawary báðar eru á ársins liði.

Ársins lið hjá monnum:

Teitur M. Gestsson (HB) - Jóannes K. Danielsen (KÍ), Odmar Færø (KÍ), Bartal Wardum (HB), Daniel Johansen (HB) - Sølvi Vatnhamar (Víkingur), Mathias Nygaard (HB), Heðin Hansen (HB), Dan í Soylu (HB) - Uros Stojanov (ÍF), Petur Knudsen (NSÍ)

Ársins lið hjá kvinnum:

Óluva A. Joensen (KÍ) - Monika Samuelsen (NSÍ), Birita Ryan (KÍ), Ragna Patawary (KÍ), Jórun Patawary (KÍ) - Evy á Lakjuni (KÍ), Sanna Svarvadal (KÍ), Jacoba Langgaard (ÍVB), Heidi Sevdal (NSÍ) - Hanna I. Højgaard (ÍVB), Mona Rasmusdóttir (ÍVB)