Møðgur í Ribarhúsi

Leygardagin letur framsýning upp í Ribarhúsi við Herdis Justesen og Juttu Linklett.

Leygardagin, 26. mai kl. 14:00, letur framsýning upp í Ribarhúsi við møðgunum, móðir og dóttir, Herdis Justesen og Juttu Linklett. Framsýningin verður opin til 7. Juni.

 


Hetta verður ein áhugaverd framsýning, sum kanska vit ikki so ofta síggja her á landi. Mamman, Herdis, bindur sjál í ymiskum litum, skapi og mynstri. Hetta er bæði til eldri og yngri kvinnur.

 

 

Dótturin, Jutta Linklett,  teknar vakrar, lyndrandi , samfingnar tusjtekningar við einum snøggum, lívrunnum tusjblýanti. Hon er læknaskrivari, so anatomiin livir eisini undir hennara hond.