Møguligt við Brexit uttan avtalu

Boris Johnson er ikki eins bjartskygdur, ið hann áður var

Boris Johnson, forsætisráðharri í Stórabretlandi, sigur nú, at tað er møguligt, at ein Brexit avtala kemur í lag áðrenn 31. oktober, men at tað framvegis er óvist.

Í samrøðu við BBC frá G7 toppfundi í Biarritz í Frankaríki sigur Boris Johnson, at alt avhongur av "okkara ES vinum og partnarum", men hann leggur aftrat, at tað er kortini týdningarmikið at gera seg til reiðar til eitt Brexit uttan avtalu - eitt sokallað no-deal Brexit.

Nógv miðlaumrøða hevur í seinastuni verið um matvøru- og heilivágstrot í sambandi við Brexit, men Boris Johnson sigur við BBC, at stjórnin kann tryggja, at Bretland fer ikki at hava trot á heilivági.

Síðan Boris Johnson gjørdist forsætisráðharri, hevur hann áhaldandi gjørt greitt, at Stórabretland tekur seg úr ES 31. oktober við ella uttan Brexit avtalu. Hann hevur áður sagt, at útlitini til eitt no-deal Brexit eru "ein millión til eitt", men hevur kortini hildið fast við, at neyðugt er at fyrireika seg til tað kortini.

ES hevur seinastu tíðina lagt trýst á Stórabretland fyri at góðtaka eina seravtalu fyri Norðurírland, ið hevur við sær, at Norðurírland framvegis heldur seg til ávísar reglur fyri ES marknaðin. Bretska stjórnin hevur tó noktað at ganga við til avtaluna, tí stjórnin metir, at avtalan fer í grundini at noyða Stórabretland at halda seg til ES reglur, hóast Stórabretland er farið úr ES.