Jarðfrøðistovnurin í Íslandi ávarar nú um, at eitt eldgos kann vera á veg við Vatnajøkul. Kanningar vísa, at nógv vatn er runnið undan jøklinum í Grímsvøtn, og tað er tekin um, at tað er vorðið heitari undir jøklinum.
Gudrun Jóhannesdóttir, sum er talskvinna hjá tilbúgvingarmyndugleikunum, sigur, at tað er ikki vist, at tað fer at enda við einum gosi, sjálvt um vatn rennur undan jøklinum.
-Vit mugu kanna, um hetta verður til eitt gos, sigur hon.
Tað seinasta eldgosið við Grímsvøtn var í 2004.