Zakarias Wang, valserfrøðingur, heldur, at tað er heilt ómøguligt at meta um avleiðingarnar av, at Føroyar nú eru eitt valdømi Tað kann enda, at meirilutin av nýggja løgtinginum verður mannaður við havnarfólki. Tað kann eisini enda við, at bygdarfólk fáa meirilutan.
Fá vita so nógv um føroysku valskipanina sum Zakarias Wang og í práti á Rás 2 á almennari valkafé í Miðlahúsinum í Vágsboti, beint nú, hugleiðir hann um, hvørja ávirkan tað fer at fáa, at Føroyar nú eru eitt valdømi.
Hann sigur, at í veruleikanum er er tað heilt ómøguligt at siga nakað um ávirkanina.
Ein grundgeving fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, var, at so sluppu vit undan lokalpolitikki og at vit fóru at fáa fleiri kvinnur á ting.
Zakarias Wang heldur, at tað kann væl vera, at so verður, men í veruleikanum er tað heilt ómøguligt at siga.
- Tað kann væl henda, at tað endar við, at tað verður ein minniluti av fólki, sum, býr í Havn, sum fær meirilutan á Føroya Løgtingi.
Spurningurin er so, hvussu demokratiskt, tað er.
- Tað kann eisini enda, at Havnin kemur í stóran minniluta.
Honum dámar ikki, at Føroyar eru blivnar eitt valdømi, tí hann heldur, at tað skúgvar fólkaræðið til viks.
Nú eru tað pengarnar, sum reka veljaran á val, sigur hann.
Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur, sigur, at tað er als ikki vist, at tað fer tað ætlaðu ávirkanina at Føroyar eru gjørdar til eitt valdømi