Møguligt at gera risastór fund við Føroyar

-Ì síðsta enda er tað fíggjarligi og tekniski váðin við einari boring samanborið við møguleikan at finna størri nøgdir av kolvetn, sum drívir leitingina eftir kolvetni. À føroyskum øki meta vit at tað er møguleiki fyri stórum fundum - men av tí at fíggjarligi váðin er stórur fer framtíðar leiting at vera merkt av varsemi, um vit samanbera við tað fyrsta leitiskeiðið segði Sigurd í Jákupsstovu, stjóri m.a. á Oljutinginum í vikuni

Oljuting

Bert ein evarska lítil partur av føroyska landgrunninum er kannaður. Tí ber ikki til at gera nakra endaliga niðurstøðu um, antin olja og gass finnast í undirgrundini ella ikki. Fleiri øki á landgrunninum síggja áhugaverd út og er ikki ómøguligt at gera heilt stór fund, eitt nú fund, sum líkjast tí risastóra Clairfeltinum vestan fyri Hetland. Hetta var ein av áhugaverdu niðurstøðunum í Oljutinginum, sum varð hildið í Listaskálanum mikukvøldið. Sigurd í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyristingini og Jarðfrøðissavninum var rættiliga positivur og bjartskygdur, tá hann umrøddi framtíðar leitingina við Føroyar og her við serligum atliti til 2. útbjóðingarumfar, sum verður latið upp í næstum.

Tað er áhugavert fyri altjóða oljuheimin, tá samanbering verður gjørd við stóra Clairfeltið hinumegin markið. At ovasti myndugleikin á oljuøkinum her heim letur upp fyri møguleikanum at gera Clairlíknandi fund við Føroyar og tengir hetta saman við eini nýggjari útbjóðing er so avgjørt eitt áhugavert signal at senda út til altjóða oljuheimin.

Ikki minst tí at tað eftir vánaligu boriúrslitini á landgrunninum hevur verið gitt og mett, at møguleikin fyri at gera stór fund við Føroyar er minkandi. Av tí at íløgur og váðin í eitt nýtt økið sum tað føroyska eru so stór hevur verið mett neyðugt at gera heilt stór fund fyri í heila tikið at fáa lønandi vinnu burtur úr.

Tá nú Clair verður tikið uppá tungu og mett verður, at tað ikki er óhugsandi at gera so stór fund her eisini, so eiga vit at minnast til, at Clairoljuøkið, sum varð funnið vestan fyri Hetland seinast í 70 árunum, goymir umleið 6 milliardir tunnur av olju, og tað ger tað til eitt megafelt. Tað eru so gingin meira enn 20 ár uttan at olja er tikin upp men við nýggju tøknini er sett hol á Clair og fyrsta oljan rennur í heyst.

Sigurd í Jákupsstovu nýtti annars høvið til at geva luttakarunum í tí fyrsta oljutinginum í ár eina rættiliga áhugaverda og gjølliga frágreiðing um komandi útbjóðing.

2. útbjóðing
Hann vísti á, at endamálið við 2 útbjóðingarumfari er at at skapa grundarlag fyri framhaldandi leitivirksemi, ið hevur til endamáls at finna møguligt kolvetnistilfeingi í føroysku undirgrundini og at royna ymiskar leitimyndlar fyri at fjøltátta framtíðar kolvetnisleiting Hann ásannaði, at talan er um eitt tøkniliga avbjóðandi øki við basalti, djúpum vatni og harðbalnum veðurlag.

Av tí at føroyska økið sum heild er lítið kannað eru møguleikar fyri stórum fundum. 7 feløg hava peikað á øki sum hesi halda vera áhugaverd og hesar metingar samsvara væl við metingarnar hjá føroysku myndugleikunum og tí verður mælt til at bjóða alt tað nomineraða økið út til kolvetnisleiting. Hann vísti á, at tað er ikki bara í vídd at munur er á - eisini tá tað kemur til hvørjar partar av jarðfrøðiligu fláasúluni er stórur munur, tvs. aldurin á jarð løgunum, har leitað verður eftir olju og gassi. Hetlandsmegin eru fund gjørd í jarðløgum í ymsum alduri ? Clair er í løgum, sum eru 300 - 400 mill. ára gomul og Foinhaven og Schiahallion eru funnin í nógv yngru løgum, 50 ára gomul. Og taka vit leitingina higartil á føroyaøkinum, so hava vit bert verið eftir teimum yngru løgunum.

Ótal av møguleikum
-Vit hava sagt tað so oftani fyrr, men eg sigi tað aftur, at hóast fyrstu boringarnar ikki góvu væntaða úrslitið, so er neyðugt at leggja dent á, at teir 4 brunnarnir, sum eru boraðir, eru boraðir í sama bassengi,- Judd bassenginum - og at leitimyndlarnir, sum lógu til grund fyri boringunum, vóru ógvuliga líkir. Tað er enn eitt ótal av møguleikum, sum kunnu troytast - men vit hava nakrar serstakar trupulleikar við tað at meginparturin av føroyska økinum er fjalt av basalti í ymiskari tjúkd. Basalt hevur tann óhepna eginleika, at seismiskar bylgjur hava ringt við at treinga ígjøgnum soleiðis at ein mynd kann fáast av jarðløgunum undir, heldur verða bylgjurnar reflekteraðar og spjaddar av basaltinum. Her verða tó tøknilig framstig gjørd, sum geva okkum vónir um, at hesin trupulleikin verður minkaður. Ein fyritreyt fyri at plasera eina boring rætt er álítandi seismikkur.

Sigurd í Jákupsstovu vísti víðari á, at ein annar vansi við basalti er, at tað kann verða hart og drúgvt at bora ígjøgnum og hetta hevur so við sær, at ein boring inni á basaltøkinum vil verða lutfalsliga dýrari enn um einki basalt var. Men eisini innan boritøkni verða gjørd framstig, sum geva okkum vónir um, at tað fer at bera til at minka óvissuna við einari basaltboring so mikið, at hon verður veruleiki segði hann og legði aftrat:

-Ì síðsta enda er tað fíggjarligi og tekniski váðin við einari boring samanborið við møguleikan at finna størri nøgdir av kolvetn, sum drívir leitingina eftir kolvetni. À føroyskum øki meta vit at tað er møguleiki fyri stórum fundum - men av tí at fíggjarligi váðin er stórur fer framtíðar leiting at vera merkt av varsemi, um vit samanbera við tað fyrsta leitiskeiðið.

Áhugaverdir ryggir
Stjórin á Oljufyrisitingini kunnaði eisini Oljutingið um áhugaverdu økini, sum verða partur av 2. Útbjóðing, eitt nú ryggir í undirgrundini og nevndi her East Faroe High, sum liggur paralelt við sjálvt markið nakað inni á landgrunninum. Ì summum førum eru hesir ryggir sjónligir á havbotninum men í øðrum førum er talan um undirjarðiskar ryggir. Tað eru oftast slíkir, sum fanga áhugan hjá oljufeløgum, tí hetta er mest vanliga fellu slagið - sonevndar strukturellar fellur. Trupulleikin er tó, at omaná hesum liggja basaltfláirnar og vit kenna lítið til tær djupri fláirnar. Her er tað at vit kunnu brúka upplýsingar hetlandsmeðni frá - tað kann kanska liggja eitt Clair undir her vísti Jákup í Jákupsstovu á.

Hann vísti síðani á tað stóra økið, sum feløgini hava peikað á og sum eisini er í uppskoti at bjóða út. Samanbera vit tað við fyrstu útbjóðingina so fer hetta økið eitt sindur longur vestur og eisini norður um 62 stig umframt at 2 smærri økir á Wyville Thompson ella Banka rygginum og Ymirrygginum eru tikin við.

Orsøkir
Um orsøkirnar fyri tilmælinum frá Oljufyrisiting og Jarðfrøðissavni um at bjóða út hesi øki í 2. Rundu segði Sigurd í Jákupsstovu m.a. vera:

<sum$?$end$!$at royna ymiskar leitimyndlar fyri at fjøltátta framtíðar kolvetnisleiting<BR><sum$?$end$!$at eggja oljufeløgunum til framhaldandi at taka á seg tøkniligar avbjóðingar, sum kunnu lýsa útlitini fyri at finna kolvetni á føroyska økinum, sum frá líður<BR><sum$?$end$!$at fáa oljufeløgini at gagnnýta jarðalisfrøðiligu dáturnar, sum eru tøkar<BR><sum$?$end$!$at fáa nyttu burtur úr tí vitan, sum er og verður tøk í sambandi við oljuleitingina bretsku megin markið <BR>
Hann nevndi so eisini nøkur øki, íroknað smáu, einstøku økini á Bankarygginum og Ymirrygginum sunnanfyri og í útsuðri, sýna stórar hevjaðar vendur við basalti tætt uppi undir havbotninum. Hesi øki eiga at verða gjølligari kannað. Skal hetta gerast, má nýggj tøkni takast í nýtslu til at fáa upplýsingar um fláirnar undir basaltinum. Verða tøknilig nýbrot gjørd á hesum bógvi, kunnu leitiboringar á tílíkum økjum gerast møguligar í framtíðini.

Treytir
Jákup í Jákupsstovu kom so eisini inn á treytirnar fyri luttøku í nýggju útbjóðingini og segði, at tá arbeiðið við at fyrireika eitt nýtt útbjóðingarumfar byrjar, verða treytirnar sum eru galdandi fyri undanfarin umfør endurskoðaðar, og mett verður um, hvørt tað eru viðurskifti, sum skulu broytast
Tað er tó greitt, at tað ikki eru tær stóru broytingar gjørdar í treytunum í mun til fyrsta útbjóðingarumfar. Mett er um hvørjir møguleikar liggja fyri oljufundum á okkara øki, og hugt er eftir hvørjar treytir økið kann bera. Tá Føroyar fara undir eitt nýtt loyvisumfar vil tað altíð verða í kapping við onnur lond, sum eisini bjóða oljuídnaðinum, at leita eftir olju hjá teimum. Tí er alneyðugt at meta um hvørt okkara treytir eru kappingarførar við tær hjá t.d. okkara grannalondum. Umboð fyri Oljufyrisitingina hava í hesum arbeiði havt fund við bæði FOIB og oljuvinnubólkin hjá Vinnuhúsinum, fyri at hoyra teirra meting um treytirnar, og er tað fatanin hjá Oljufyrisitingini, at tey ikki meta at treytirnar at verða órímiligar.

Loyvisskipan
Størsta broytingin er gjørd í sjálvari loyvisskipanini, har valt er at gera eina einfalda og liðiliga loyvisskipan, við einum slagi av loyvum, har landsstýrismaðurin veitir loyvi, sum áseta hvussu loyvisskeiðið er skipað - t.d. um at avtalaðir verða sokallaðir varðar á vegnum, sum definera hvørjar skyldur oljufeløgini skulu lúka til eina ávísa tíð. Á henda hátt verður loyvislongdin saman við arbeiðsskránni eitt eyka punkt, sum myndugleikarnir kunnu samráðast við oljufeløgini um, tá loyvisumsóknirnar verða viðgjørdar.


Arbeiðsskrá
Sigurd í Jákupsstovu metti, at tað er sjálvandi ilt at siga nakað um, hvat slag av arbeiðsskráum vit kunnu vænta okkum, men hann gjørdi greitt, at vit ikki eru í somu støðu, sum undan fyrsta loyvisumfari, tá oljufeløgini næstan stóu í bíðirøð fyri at sleppa framat at bora í landssynningshorninum av landgrunninum. Økið er enn at meta sum eitt frontier øki, og tað passar so inn í porteføljuna hjá ávísum oljufeløgum. Og tað eru hesi feløg vit skulu hava fatur í.

Føroysk luttøka ? skattur ? tíðarætlan
Hann kom eisini inn á treytirnar fyri føroyskari luttøku og segði, at tær verða óbroyttar. Tað sama verða fíggjartreytirnar. Samanborið við skattaskipanir í øðrum londum, so er okkara skattaskipan við einum maksimum skatti á 57% - tá allir 3 skattirnir verða tiknir við - ikki órímilig metti hann.

Gongst sum ætlað og tingið fær avgreitt lógina í vár so verður boðið út í juni og skulu umsóknirnar verða inni í sept/oktober. Loyvini verða so latin um árskiftið.

Sigurd í Jákupsstovu nevndi eisini tær báðar boringarnar, sum verða hinumegin markið í summar. Úrslitið av teimum kann ávirka okkara útbjóðingarumfar. Hvat viðvíkur virksemi her hjá okkum í næstu framtíð, so verða seismiskar og jarðalisfrøðiligar kanningar gjørdar við møguleika fyri boringum seinni. Um kappingin um økini gerst nóg høg kann hugast, at vit fáa avtalu um boring beinanvegin. Men møguliga verður talan í fyrstu syftu um kanningar, sum so kunnu enda við boringum.