Ómøguligt at finna semju

Í Kommunufelagnum eru líka nógvar meiningar um kommunusamanlegging, sum tað eru kommunur.

Tað kom fram, nú Kommunufelagið hevur viðgjørt ætlanina hjá landsstýrinum at leggja kommunur saman, skrivar Sosialurin í dag.

Asbjørn J. Djurhuus, formaður í Kommunufelagnum, staðfesti eftir fundin, at limakommunurnar kundu ikki semjast um nakað sum helst í hesum sambandi.

Av tí sama ber ikki til at geva landsstýriskvinnuni nakrar felags viðmerkingar frá einum Kommunufelagnum.

- Tað verður hvør kommuna sær, sum ger sínar viðmerkingar til málið, sigur hann.

Formaðurin sigur við Sosialin, at summar kommunur vilja ikki hoyra talan um samanlegging, men aðrar kommunur sóknast eftir teirri fólksligu tilgongdini, sum landsstýrið segði var so avgerðandi fyri nøkrum fáum mánaðum síðani. Í hesum sambandi var ætlanin at hava fólkaatkvøður um samanlegging, eins og landsstýrið skuldi ferðast bygd úr bygd at halda borgarafundir, men nú er alt tað fullkomiliga slept.

Hinvegin eru tað summar kommunur, sum stúra fyri fíggjarliga partinum, tí tær vilja hava nágreiniligar útrokningar fyri, hvussu nógv, eldraøkið fer at kosta.

Tað eru eisini kommunur, ið eru væl fyri, sum stúra fyri at verða lagdar saman við skuldarbundnum kommunum og tann spurningin vilja tær eisini hava loystan.

- Men eitt, semja er um, er, at kommunurnar taka løgtingsins vilja til eftirtektar, so samtykkir Løgtingið eina samanlegging, verður tað góðtikið, sigur Asbjørn J. Djurhuus.