Møguligani eindagsatgongumerki á Summar Festivalinum

Um øll vikuskiftispassini ikki verða seld, fer Summar Festivalurin at selja eindagsatgongumerki við dyrnar - Vit selja bert vikuskiftispass í forsølu, men um atgongumerki verða eftir, fara vit at selja dagsbilettir við dyrnar, sigur Steintór Rasmussen, ein av fyriskiparunum.

 

- Áhugin fyri Summar Festivalinum hevur ongantíð verið so stórur, sum hann er í ár, og tað síggja vit eisini aftur í søluni av vikuskiftispassum, sigur hann.

 

Um tað ikki verður útselt, verða hetta prísirnir:

Hósdag: 250 kr.

Fríggjadag: 600 kr.

Leygardag: 600 kr.

 

Fram til á miðnátt týskvøldið verða vikuskiftispass seld fyri 795 kr.