Møguliga vandamikil smástjørna ávegis

Ein smástjørna á 650 metrar í tvørmáti ferðast móti jørðini og er fer framvið okkum mikudagin. Tað upplýsir amerikanska rúmdarstovan Nasa, sambært Ritzau.

 

 

Tað er Nasa, sum hevur bólkað smástjørnuna sum verandi "møguliga vandamikil" fyri jørðina, orsaka av stóru støddini.

 

 

- Um ein smástjørna í hesari støddini skuldi rakt jørðina, hevði tað gjørt sera stóran skaða á jørðina og hevði havt sera stóra ávirkan á heimsbúskapin, sigur Michael Linden-Vørnle astrofysikari á danska Tekniska Universitetinum við Ritzau.

 

 

Tað er tó neyvan orsøk til at stúra, tí tá smástjørnan ferðast framvið jørðina er hon 1.8 milliónir kilometrar frá jørðini. Seinast ein smástjørna var so tætt upp á var í 2004.

 

 

Kelda. Ritzau og Dr.dk