Tað munnu vera tey fáu, sum ikki minnast stóru landaplagurnar frá danska/norska bólkinum Aqua síðst í nítiárunum - harímillum lagið Barbie Girl, sum hittaði stórt um allan heimin fyri júst 20 árum síðani.
Bólkurin gav tvær fløgur úr, sum báðar seldu væl, men limirnir fóru tó hvør til sín í 2001. Seinni varð bólkurin endurstovnður, hóast onkur av upprunalimunum ikki var við aftur. Nú eita limirnir í Aqua Søren Rasted, Lene Nystrøm og René Dif. Søren og Lene vóru par, men tey eru skild fyri kortum.
Í løtuni er Aqua á tónleikaferð í Svøríki við fylgjinum, sum kallar seg "Vi elsker 90'erne". Bólkurin segði við svenska blaðið Aftonbladet, at bólkurin ongantíð hevur verið betur enn júst nú. Tað er sum gamalt vín, ið verður betri við tíðini, søgdu tey.
Við blaðið søgdu tey eisini, at tað kann vera, at bólkurin fer at útgeva okkurt nýtt í næstum. Tað er seks ár síðani, at Aqua hevur útgivið nakað.
- Eg vænti ikki, at vit geva fløgu út. Møguliga geva vit nýggj løg út. Vit hava umhugsað at gera okkurt seinni í ár. Ella møguliga næsta ár. Tað er ikki avgjørt enn, segði Søren Rasted við Aftenposten.










