Møguliga kemur einki alifóður úr Noregi eftir 1. august

- Eingin marknaðareftirlitsstøð til fóður er góðkend í Føroyum enn; tí vita vit ikki, hvat hendir eftir 1. august, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Fiskivinna

Tá ið veterinera avtalan við ES varð gjørd, varð markið hjá ES fyri veterinerum eftirliti í veruleikanum flutt. Føroyar komu við avtaluni at liggja innanfyri ES-markið.
- Hetta merkti, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan yvirtók ábyrgdina av at fremja eitt heilsufrøðiligt og veterinert eftirlit við triðjalands animalskum matvørum og dýrafóðuri, sigur stovnurin í tíðindaskrivi.
Víst verður á, at fyribils eru tvær marknaðeftirlitsstøðir skrásettar, báðar til frystan fisk: Hesar eru Kloosterboer í Kollafirði og virkið hjá Føroya Fiskavirking í Tórshavn (til teirra egna fisk at virka í Føroyum).

ES-fólk higar
- Vit rokna ikki við, at tað gongur meira enn eitt ár, til ES-eftirlitsfólk koma hendanvegin at kanna, um okkara marknaðeftirlit lýkur ES-krøvini. Hetta kann gerast ein sera stór avbjóðing, um vit samanbera við tað, vit hava frætt úr øðrum londum, ið hava havt slíkar vitjanir, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Sagt verður, at ávísir trupulleikar í viðurskiftunum við Noreg og Ísland kunnu merkja, at alifóður ikki sleppur úr Noregi til Føroya eftir 1. august í ár.
- Eingin marknaðeftirlitsstøð til fóður er góðkend, og Noreg er at rokna sum triðja land eftir galdandi reglum. Vit vita soleiðis ikki, hvat hendir 1. august 2002, sigur stovnurin.

Góðkenning og fyriskiping
Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at ein onnur avbjóðing hjá stovninum, er eftirlitið við teimum matvørum, sum koma úr ES-samhandilslondunum.
- Hetta er millum annað tær matvørur, vit øll keypa í handlunum. Her kemur uppgávan at fevna um at góðkenna og fyriskipa eitt innaneftirlit hjá teimum góðkendu innflytarunum, sigur stovnurin í tíðindaskrivinum.