Í morgun var lutakast til fyrsta undanumfar til EM-undankappingina til EM 2018 hjá kvinnum, sum verður spælt í Fraklandi. Føroyar eru ímillum seks evropeiskar hondbóltstjóðir, ið skulu ígjøgnum hetta fyrsta undanumfarið. Hesi seks verða deild í tveir bólkar, og eftir dagsins lutakast stendur greitt, at føroysku hondbóltskvinnurnar eru í bólki við Finnlandi og Grikkalandi.
Eisini er áhugavert, at Føroya hava vunnið fyrstarætt at hýsa undankappingini, ið skal avgreiðast upp á eitt vikuskifti. Tó er ikki greitt enn, um tað letur seg gera hjá HSF at skipa fyri undankappingini. Tó er tað ein møguleiki, sum hondbóltssambandið kannar.
Verður undankappingin spæld í Føroyum, so verður tað fyri aðru ferð á rað, at kvinnulandsliðið spælir á heimavølli til eina undankapping. Í desember í fjør var HM-undankapping í høllini á Hálsi, har føroysku kvinnurnar taptu allar sínar dystir ímóti Makedonia, Íslandi og Eysturríki.
Hetta verður eisini fyrsta undankappingin hjá nýggja venjaratoyminum hjá kvinnulandsliðnum, har bretski Scott Harrington er høvuðsvenjari og Sigrun Mikkelsen er hjálparvenjari.
Eitt lið kemur víðari úr hvørjum bólki til næsta umfar í EM-undankappingini. Undankappingin verður spæld í døgunum 9. - 11. juni í ár.