Fyrsti Klovn filmurin frá Casper Christensen og Frank Hvam gjørdist eitt ordans brak í Danmark og í Føroyum, og nú siga teir báðir, at teir í januar fara undir ein nýggja film.
Nýggja showið hjá teimum báðum "Nu som mennesker", sum teir hava framført kring Danmark seinastu tíðina, kemur í dag út á dvd.
Kjarnan í dvd filminum er frá shownum, tó er okkurt broytt, og showið gjørdt meira hóskandi til sjónvarp.
Nú fara teir báðir at halda ein jólasteðg frá hvørjum øðrum, og síðani fara teir í januar at seta seg saman, og framleiða ein nýggja film.
- Vit fara at gera ein film saman. Tað verður allarhelst ein komedia. Og tað snýr seg allarhelst um nakrir menn, sum enda í keðiligum støðum. Men júst hvussu kunnu vit ikki siga nakað um enn, sigur Frank Hvam við EB.dk í dag.
Teir báðir siga, at tað er væl møguligt, at talan verður um ein nýggja Klovn film, men tað fer tíðin at vísa.
Hetta veit eb.dk í dag.









