Møguliga "Lægens Bord" í Føroyum

Hóskvøldið bjóðaði felagið IRIS í Klaksvík til tíðindafund á Hotel Føroyum í sambandi við at kendi læknin frá sjónvarpssendingini "Lægens Bord", Peter Q. Geisling, var komin til Føroya

Læknin Peter Qvortrup Geisling var júst komin til Havnar, tá vit hittu hann á tíðindafundinum á Hotel Føroyum hóskvøldið.

Hetta er fyrstu ferð, hann er í Føroyum, so hann er spentur uppá at vitja tey ymisku støðini og at uppliva føroysku náttúruna.

Peter sigur, at eitt av endamálunum við ferðini er at koma í samband við føroyska fólkið, og at tey sum koma at lurta eftir honum á teimum ymisku støðunum skulu hava eitt gott upplivilsi. Hann fer m.a. at siga frá hvussu sjónvarpssendingarnar "Lægens bord"verða gjørdar og um ymiskar stuttligar og meira álvarsligar hendingar, hann hevur verið úti fyri.

Hann vónar at fólk eru opin og tora at seta honum spurningar. Hann sigur, at tað er ógvuliga ymiskt frá einum staði til annað í Danmark, hvussu frí og opin fólk eru, summastaðni seta tey nógvar spurningar tá orðið er frítt, og aðrastaðni koma tey aftaná og seta honum spurningar.

Peter fylgir væl við hvussu nógv fólk hyggja eftir hansara sendingum. Um hann til dømis gevur "månedens buket" einar tvær ferðir í einum øki, har hyggjaratalið hevur verið heldur lágt, vísir tað seg, at hyggjaratalið veksur munandi.

Børnini fylgja væl við

Hann fær nógvar teldupostar og brøv frá fólki, ið hyggja eftir hansara sendingum, umleið 400 um mánaðin. Tað er bæði "rís og rós" hann fær. Hetta heldur hann vera sera positivt, at fólk geva seg til kennar, eisini við kritikki, tí tað er við til at menna sendingarnar og gera tær betri.


Hann sigur, at hann einaferð fekk eitt bræv frá eini konu sum saman við lítla soni sínum var á eini servicestøð, tá Peter keypti bensin til sín gamla Mazda MX-3 frá 1992, sum hann keypti sum brúktan í 1997. Sonurin sær, at Peter kemur út við tveimum fronskum hot-dogs í hondini og helt fyri við mammu sína, at tá sjónvarpslæknin kundi eta so ósunnan mat, so kundi hann tað eisini. Mamman helt, at Peter í hesum føri var eitt vánaligt fyridømi fyri son hennara. Hetta vísir bara, at hann heldur ikki kann gera sum hann vil, tá hann hevur frí.

Lægens Bord í Føroyum

Peter kundi hugsað sær at gjørt nakrar sjónvarpssendingar úr Føroyum til "Lægens Bord" við føroyskum sjúklingum. Har kundi hann m.a. greitt frá um føroyska heilsuverkið, eisini við søguligum atliti.

Peter Q.Geisling er útbúgvin journalistur og lækni. Hann brúkar báðar hesar útbúgvingarnar í arbeiði sínum.

Hann skal vitja á Landssjúkrahúsinum, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og skúlanæmingar í Klaksvík. Umframt tað verða tveir almennir fyrilestrar. Í Norðurlandahúsinum leygardagin kl. 15.00 og á Hotel Norð sunnudagin kl. 19.00. Fleiri eru í uppskoti til at fáa "månedens buket". Ein verður latin í Norðurlandahúsinum leygardagin og ein á Hotel Norð sunnudagin.

Tað eru Niclas Heri Jákupsson og Jógvan Eliasen frá felagnum IRIS í Klaksvík, sum skipa fyri ferðini í Føroyum.


Myndatekstur:


Mynd: Álvur Haraldsen