Møgulig víðkan av deildini

Møguliga verður uppskot lagt fyri aðalfundin hjá HSF, um at víðka talið av liðum í bestu kvinnudeildini


 

Hondbóltur

 

Í kjalarvørinum á trætuni millum Tjaldur og HSF um, hvussu stigatalvan fyri bestu kvinnudeildina eigur at gerast upp, er nú møguleiki fyri, at eitt uppskot til aðalfundin hjá HSF kann loysa málið, soleiðis at bæði Tjaldur og Sóljan fáa umboðan í bestu kvinnudeildini komandi kappingarár.

Hetta letur seg gera, um kappingin í bestu kvinnudeildini verður umskipað, soleiðis at hon framyvir kemur at fevna um átta lið ístaðin fyri sjey. Í fjør varð eitt líknandi uppskot sett HSF eftir aðalfundin, men hetta uppskot fall ta ferðina.

Freistin fyri innlatan av uppskotum til aðalfundin rann út mikukvøldið. T.v.s eftir evstamark okkara, og tá vit seint týskvøldið tosaðu við umboð fyri HSF, var einki uppskot um víðkan av deildini komið til aðalfundin.

Vit hava tó skilt frá aðrari síðu, at eitt tílíkt uppskot er ávegis, og verður hetta samtykt, tykist verandi trætumálið loyst.

 

Kann gjøgnumførast

Uttan at kenna nakað til sjálvt innihaldið í uppskotinum, so tykist ikki vera nøkur beinleiðis forðing fyri, at hetta letur seg gjøgnumføra. Við verandi skipan, sum telur sjey lið, er tað nevnliga soleiðis, at hvørt umfar situr eitt av liðunum yvir. Tískil merkir ein víðkan av deildini ikki ein øking í talinum av leikdøgum, og kann kappingin tískil framhaldandi avgreiðast yvir sama tíðarskeið.

Tey, sum eru ímóti uppskotinum, vilja helst føra fram, at um talið av liðum verður víðkað í átta lið, verður eingin verulig niðurflyting at spæla um. Hetta tí einki av liðunum í næstbestu deildini kann flyta upp. Í løtuni er hetta eisini rætt, men nógv bendir á, at vit um ikki so langa tíð koma at hava fleiri kvinnulið.

TB tykist veruliga at hava fingið gongd á hondbóltinum hjá yngru gentunum, og hesar fara helst skjótt at gera um seg í vaksnamannadeildini. Hartil kemur, at bæði á Eiði og í Kollafirði verða ítróttahøllir bygdar í løtuni, og hetta talar so avgjørt til fyrimuns fyri hondbóltin á hesum økjum.

Enn er helst ov tíðliga at siga nakað um, hvørt eitt tílíkt uppskot hevði vunnið frama á aðalfundinum, men tað kundi so verið ein loysn á málinum, sum nú hevur tikið seg upp.