Sáttmálatræta
Tað er sanniliga ikki fallið í góða jørð, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri tingið um at loysa ósemjuna um lønina hjá manningini á Brimli.
Herfyri gjørdi maskinmeistarafelagið greitt, at leggur Løgtinið uppí, fór tað at seta tiltøk í verk . Týsdagin gjørdi Starvsmannafelagið eisini púra greitt, at fer ein løgtingssamtykt eisini at fevna um teir av manningini á Brimli, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, sleppur felagið ikki undan at seta tiltøk í verk.
Og mikudagin boðar eisini Skipara- og Navigatørfelagið frá, at tað heldur ikki góðtekur, at løgtingið viðgerð uppskotið.
Í brævi til Løgtingið sigur Skipara- og Navigatørfelag, at tað mótmælir, at uppskotið er lagt fram á Føroya Løgting.
Samstundis heitir felagið á Løgtingið um at vísa málinum frá sær, tí tað er brot á tann grundlógartryggjaða rættin hjá felagnum at samráðast um lønir og onnur setanar viðurskiftir hjá limunum.
Hinvegin hóttir Skipara- og Navigatørfelagið ikki við at seta tiltøk í verk, eins og Starvsmannafelagið og Maskinmeistarafelagið hava gjørt.
Men fyri tað er ikki sagt, at felagið ikki fer at seta tiltøk í verk.
? Vit hava ikki boðað frá nøkrum tiltøkum og tað fara vit heldur ikki at gera. Fara vit at seta tiltøk í verk, fara vit at gera tað uttan nakara sum helst ávaring. Verða tiltøk sett í verk, skulu tey koma sum snarljós á bláum himli, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara og Navigatørferlagnum.
Hevur slagsíðu
Annars finst Skipara- og Navigatørfelagið at, at uppskotið, sum Karsten Hansen hevur lagt fram, hevur slagsíðu.
Og fer Løgtinið kortini at at viðgera málið, verður í hvussu so er heitt á Løgtingsformannin um at krevja øll skjøl í málinum løgd fram.
? Karsten Hansen hevur ongi skjøl løgd fram, men vit halda, at tey eru neyðug fyri at lýsa gongdina í málinum og sostatt fyri at skilja støðuna, sigur Ellintur Abrahamsen.
Harafturat vísir felagið á, at Fíggjarmálastyrið hevur skotið upp, at skipari og styrimenn, í framtíðini skulu vera tænastumenn.
? Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur góðtikið, at skipari og stýrimenn verða tænastumenn, undir ávísum treytum. Hesa seinastu tíðina hevur støðið undir samráðingunum eisini verið, at skipari og stýrimenn skulu gerast tænastumenn, og at tann støðan skuldi verða fyri bæði Brimil og Tjaldrið.
? Vit kunnu tí als ikki góðtaka, at Føroya Løgting fer at viðgerða eitt heilt annað mál, tí uppskotið, sum Karsten Hansen hevur lagt fram, hevur als onki við tað at gera.
Ellintur Abrahamsen sigur, at felagið kann heldur ikki góðtaka, at Fíggjarmálastýrið skal velja tríggjar limir í nevndina, sum skal royna at finna semju um lønina, samstundis sum hvørt av manningarfeløgunum bara skal velja ein lim í part.
? Talan er um trý feløg og tey hava heilt ymsar fortreytir. Tey hava heldur ikki akkurát somu áskoðan um máliðs.
At enda sigur Skipara- og Navigatørfelagið at tað góðtekur heldur ikki, at tað skal betala fyri ástøðumannin sum skal setast, um nevndin ikki semist.