Møgulig ferðsluljós í Klaksvík

Á býráðsfundi í kvøld skal býráðið í Klaksvíkar kommunu viðgera, hvørt ferðsluljós skulu setast upp í býnum. Talan er um økið við  Dr. Margrethu Barnagarð og frítíðarskúlan Snjallu Bjallu og um økið við Norðoya Sparikassa og Føroya Tele. 

 

 

-Nógv børn fara yvir um vegin á hasum báðum økjunum, bæði í barnagarð og í skúla. Tað hevur tó ikki riggað nóg væl at steðga ferðsluni, og hetta vilja vit loysa. Tí ynskja vit at viðgera málið, um ferðsluljós skulu setast upp har, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

 

 

-Foreldur, skúlin og tey sum búgva í økinum hava gjørt vart við trupulleikan, sigur hann.

 

Jógvan Skorheim greiðir frá, at tað eru ávís tíðarskeið á degnum, tá serliga nógv børn skulu yvirum vegin, og ætlanin er tí, at ferðsluljósini bert lýsa reytt, tá børnini trýsta á tey.