Møguleikin var har

Tað verður hangandi í luftini, um trýstið skuldi byrjað fyrr. Veruleikin er, at føroyska liðið sjálvt var á afturpartinum, men við bara eitt lítið sindur av hepni kundi eitt stig verið bjargað móti Rumenia

Fótbóltur

 

Abraham Løkin segði nokk størsta partin av sannleikanum, tá hann í hálvleikssteðginum varð spurdur um verjukenda føroyska spælið.

- Tey somu fólkini, sum krevja, at liðið skal spæla meira offensivt, krevja eisini, at liðið skal fáa betri úrslit.

Júst hetta er æviga tvístøðan, sum ein føroyskur landsliðsvenjari í fótbólti kemur at standa í. Tað kann væl vera, at føroyska spælið tóktist nakað óinspirerað fyrstu trý korterini, og tá tað samstundis eydnaðist at taka ferðina av rumenum, gjørdist hálvleikurin rættiliga linligur.

Hinvegin stóð tá framvegis 0-0 á stigatalvuni. Tað var neyvan nakar, sum var ónøgdur um hetta, og á tí so nógv umrødda FIFA-listanum er eingin, sum spyr, hvussu spælið var. Har telja stigini sum kontant avrokning, og tað eru hesi, sum vit øll vilja hava.

 

Vóru á r...

Umframt at landsliðið nú er umskúlað til eitt heldur meira verjukent útgangsstøði, so var sjónligt, at Serbiadysturin og – ferðin enn sat í beinunum á føroysku spælarunum.

Rumenar megna kanska a tflyta bóltin skjótari runt, enn serbernir gjørdu tað, men tað var ikki øll frágreiðingin. Okkara spælarar vóru í løtum rættiliga tungir, tá trýstið skuldi leggjast. Ikki minst á miðvøllinum, sum enn eina ferð skuldi levera hart arbeiði, og tí komu rumenar ofta áraka brotsteigin, áðrenn nøkur tackling veruliga varð løgd inn.

Trýstið gjørdist heldur ikki minni av, at samanspælið millum okkara so langt ífrá riggaði eins væl, sum tað gjørdi í Beograd. Men hingu ofta eftir, heldur enn at renna seg nýggja og leysari støðu, og tí var tað sum lundi á jólanátt at síggja meira enn tvær samanhangandi føroyskar avleveringar hesa løtuna. Tó við Mikkjali Thomassen sum einasta undantaki, og í tveimum førum var um reppið, at hann opnaði mótstøðuverjuni við neyvari langari sending. Men eisini her gjørdi møðin um seg, og bæði hann og Atli høvdu eisini okkurt púrasta óneyðugt bólttap á miðvøllinum.

Men trýstið frá rumenum var stórt. Tá hálvleikurin var hálvrunning, hevði Jákup Mikkelsen longu havt tvær rimmar bjargingar, og beint undan hálva tímanum mátti Jón Rói bjarga á strikuni, tá stóri og tekniskt sterki Marius Niculae stóð gjørdist mest sum púrasta blankur.

 

Dómarin vakti rumenar

Meira enn nakrantíð, so ráddi í gjár um hjá føroyska liðnum at taka ferðina av dystinum og halda nullið. Ikki bara tí okkara menn vóru møddir. Sálarliga støðan hjá mótpartinum var alt annað enn góð við eini feskari eyðmýking á heimavølli í minninum.

Tí kundi væl roknast við, at frustratiónirnar kundu hópa seg upp hjá Rumenia. Tað sá eisini hampuliga lovandi út, tá seinni hálvleikur bara var fýra minuttir gamal. Jákup á Borg gjørdi ikki lítið av, tá Sorin Ghionea sveiggjaði álboganum nakað, og so kom ostaskorpan upp úr reyvalummanum.

Men samstundis sum hetta gav okkum ein fyrimun, so ruskaði tað eisini í rumensku mótstøðuna. Hóast ein í undirtali, so megnaðu teir at skrúva ferðina langt uppeftir, og næsta lítla korterið gjørdist eitt støðugt trýst á føroyska málið. Jákup mátti aftur toga stórbjargingar fram, og báðir teir føroysku miðverjarnir høvdu sítt at síggja til.

Og á tímanum gekk eisini galið. Razvan Cocis fekk sera hegnisliga snarað sær millum Jóhan Troest Davidsen og Jón Róa Jacobsen, og á rennváta vøllinum smekkaði hann sera turrisliga bóltin inn um nærmara stólpa.

 

Máttu halda ondini

Í einar tíggju minuttir var dysturin fullkomuliga deyður. Rumenar høvdu nú fingið tað, sum teir komu eftir, og við einum manni í undirtali tóku teir sær eingi óráð fyri. Og tá føroyska liðið als ikki vísti tekin um at vilja niðaneftir, varð bólturin bara koyrdur runt. Ein góð mynd av hesum mundi vera Cosmin Moti, sum annars hevði hitað upp, men sum ísakaldur mátti standa á síðulinjuni og gera krospvenjingar, meðan hann bíðaði eftir einum steðgi í spælinum, so hann kundi skiftast út.

Spakuliga otaðu okkara seg tó longur upp. Jákup á Borg gjørdist alt meira vongur enn miðvallarspælari, og tá Andreas Lava Olsen varð skiftur inn, hendi hetta saman við instruksum um, at Christian Høgni Jacobsen nú eisini skuldi flytast niðan í álopspartin.

Og so sást sjónliga, at rumenar høvdu sínar trupulleikar í sálarligu barlastini. Heldur enn at flyta bóltin runt, lótu teir seg stressa, og ávaringarlúðrarnir ýldu alsamt harðari. Mikkjal Thomassen hevði eina góða roynd eftir langt innkast frá Pæturi Dam Jacobsen, og Jákup á Borg var um reppið at fanga veika afturlegging. Størsta kjansin fekk Christian Høgni tó, tá hann og Bogi Løkin í felag trýstu Mihai Nescu til hasarderað afturspæl, men vinkulin var spískur, og tá Christin Høgni royndi at lobba, fór bólturin í krovið á málverjanum.

Rumenar máttu tó halda ondini seinastu løtuna. Føroyingar fluttu nógv fólk fram, hvørja ferð ein deyðbóltur stóð á skránni, og fram til tað seinasta livdi vónin um, at Bartal Eliasen kundi seta pannuna á okkurt av innleggunum.

Heldur ikki hesa ferð gjørdist talan tó um meira enn næstan. Í so máta varð talan um enn eitt av hesum heiðurligu tapunum, sum vit ikki fáa brúkt til so øgiliga nógv. Men við tí vilja, sum varð lagdur fyri dagin í verjupartinum, tykist fyrsta altjóða stigið síðani cypros-ferðina í 2005 ikki at vera so langt burturi. Hóskandi kundi hetta komið, tá Eysturríki kemur á vitjan um ein mánað.