- Møguleikin er til staðar

Venjarin hjá Kyndli er bjartskygdur og eftir umstøðunum nøgdur við at liggja nummar trý.

Julian Johansen, venjari hjá Kyndli, er eftir umstøðunum væl nøgdur við at lið hansara er á 3. plássi í FTZ-deildini.


- Vit eru sum nú er tvey stig frá einum finaluplássi, so møguleikin er tilstaðar. Vit hava havt sera nógvar skðaar at dragast við fyri jól, so vit eru bara heilt nøgdir við tað støðu vit standa í nú, sigur hann.


- Vit hava ein sera smalan hóp, sum hevur víst fyrimyndarligan hugburð. Klára vit at halda á og allatíðina blíva betri og betri, so hava vit ein realistiskan kjans at røkka finaluplássinum, sigur hann víðari.


Julian Johansen er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini gevur sítt boð upp á hvørji tvey lið koma í FM-finalurnar.