- Tað er ikki tað, sum liggur fremst í huganum, men vit fara niður á Kýpros fyri at vinna dystin.
Tað segði Magni Mohr, annar av venjarunum hjá EB/Streymi, eftir dystin móti Apoel Nicosia á Tórsvølli í farnu viku. Tí tað verður sanniliga trupult hjá sundalagsmonnum at vinna seg víðari í triðja undanumfar í Champions League í kvøld.
Tá var klassamunur
Fótbólturin á Kýpros er væl framman fyri føroyskan landskappingarfótbólt. Tað varð dyggiliga staðfest í farnu viku, tá Apoel Nicosia vann 2-0 á EB/Streymi. Tað var klassamunur millum liðini, og tí er sera lítið sannlíkt, at sundalagsmenn fara at leypa hvøkk á kýpriotisku meistararnar.
HB royndi seg hósdagin í farnu viku í nógva hitanum á Kýpros. Tá varð oddaliðið í føroysku landskappingini hølvað av, og tapti 4-0. Og uppgávan hjá EB/Streymi verður neyvan nógv lættari.
Fyrrapartin í vóru hitastigini 36 í tali á Kýpros.
Helst einki stig
Føroysk feløg hava tikið lut í altjóða kappingum síðan 1992. Úrtøkan hevur verið so sum so, men seinnu árini hevur tað í fleiri førum eydnaðst at vunnið Føroyum stig. Men tað verður helst ikki hesaferð.
B36 og NSÍ taptu sínar dystir. EB/Streymur og HB taptu í fyrstu royndini. Og við teimum dystunum í huga, bendir lítið á, at Føroyar vinnur stig í ár. Men nú fáa vit at síggja.