Landsdystur
Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg
Tað eru nú liðin hálvt triðja ár síðani, at Jákup á Borg kom við á fótbóltslandsliðið, men enn hevur tað ikki eydnast honum at bíta seg fastan á liðnum.
Leygardagin er tó líkt til, at álopsmaðurin hjá B36 fer at fáa møguleikna. Í fráveruna hjá Allani Mørkøre røkti Jákup vongverjasessin í Spania herfyri, og alt bendir eisini á, at tað verður uppgávan hjá honum at røkja hendan sessin leygardagin.
Hóast hann sostatt hevur nýtt størsta partin av tíðini á beinkinum, tá hann hevur verið við landsliðnum, tykist Jákup tó ikki á nakran hátt at vera firtin, tí hann ikki fær møguleikan.
- Trupulleikin hevur bara verið tann, at eg ongantíð hava sligið ordiliga til, tá eg havi fingið møguleikan, sigur Jákup. Sjálvandi kann mann ótolnast, tá mann ikki kemur á vøllin, men tað er so mín egna skuld, at eg ikki havi eitt fast pláss á liðnum.
- Tá vit so vóru í Spania, varð eg settur á vongbakkin, eftir at Allan varð skaddur, og sjálvur haldi, at tað gekk væl hjá mær. Tað er annars sama pláss, sum eg spældi, tá eg byrjaði á 1. liðnum hjá B36, so tað er ikki nýtt fyri meg.
- Sum so dámar mær eisini væl at spæla á hesum plássinum, hóast eg eri áleypari í Føroyum. Snøgt sagt, so eri eg ov lítil til at spæla í álopinum hjá landsliðnum, har tað ofta eru sera sterkir verjuleikarar, sum eg skal spæla ímóti.
Vónin er altíð til staðar
Sum sagt, so gekst væl hjá Jákupi á vongverjasessinum í Spania, men hóast hetta, so tykist tað ikki, sum um hann í størri mun roknar við at byrja inni hesaferð.
- Tað er klárt, at tú altíð vónar at fáa eitt pláss á liðnum. Ger mann ikki tað, so hevur mann einki at gera á liðnum. Møguleikin er kanska eisini betri hesaferð, tí Pól hevur leikbann og Allan Mørkøre er skaddur, og fári eg møguleikan, so er bara at taka hann.
- Eg skal kanska verða eitt sindur frekari, tá eg spæli, tí tað hevur nokk verið størsti trupulleikin hjá mær á landsliðnum. Tað er so bara nakað, sum eg má arbeiða við, og sum sagt, so ætli eg mær sjálvandi at taka av, um eg fái møguleikan. Í øllum førum er tað tað, sum eg havi sett mær fyri. At vera minni passivur, tá eg spæli.
Eingin broyting
Spurdur, hvussu hann ætlar at løða seg sjálvan, um so er, at hann fer at teljast millum teir fyrstu ellivu leygardagin, svarar Jákup, at tað helst ikki verður øðrvísi enn vanligt.
- Eg kenni einki til liðið hjá Luksemburg, so talan er so ikki um at hava ov stóra virðing fyri mótstøðuni. Annars haldi eg ikki, at tú sum spælari skalt gera nakað serligt fyri at seta teg upp, tá tú spælir á landsliðnum. Tá er mann altíð fult uppsettur, líka mikið um talan er um eitt pláss á vøllinum ella á beinkinum, sigur Jákup á Borg at enda.
Jákup á Borg telist annars millum yngru menninar á landsliðnum. Hann er í dag 21 ára gamal, og hevur spælt við í 10 landsdystum, tó at tað bert í tveimum førum hevur verið frá byrjan.