Møguleikin at vinna er størri enn nakrantíð

Landsliðsvenjarin ásannar, at tað ivaleyst verður meiri pláss at spæla á í kvøld, enn tað so ofta áður hevur verið, men hann umhugsar ikki at seta Jón Róa Jacobsen longri fram á vøllin fyri at geva álopspartinum størri tyngd

FØROYAR?LITAVA

Í kvøld verður punktum sett fyri leiklutin hjá Føroyum í fjórðu EM undankappingini, síðani minniliga mikukvøldið í Landskrona í ovurmorgin fyri trettan árum síðani.
Vónin hevur alla tíðina verið, at tað skuldu eydnast at vinna ein sigur. Tað var tætt við í fyrstu royndini, sum var 6. september í fjør á heimavølli ímóti Skotlandi. Síðani hevur tað fleiri ferðir verið tætt við, men mótstøðuliðini hava síðstu løtuna verið ov boysin, og nú er síðsti møguleikin.
Fyritreytirnar ímóti Litava áttu at verið toluligar. Leikluturin hjá Litava er liðugur. Teir eru vónbrotnir, fleiri spælarar, sum hava verið við til at manna liðið, eru ikki við í Føroyum, og litavar hava longu fest eyguni ímóti HM undankappingini, sum tað verður farið undir næsta heyst.
Litava er nuimmar 93 á FIFA listanum, og Føroyar eru nummar 118. Harvið er Litava í útgangsstøðinum favorittur, men teir eru minsti favoritturin, um tað ber til at siga tað soleiðis, sum hevur verið í Føroyum í hesi EM undankappingini.

Sama konseptið
Fyrrapartin í gjár legði landsliðið í fagrasta summarveðrið á Svangaskarði síðstu hondina á fyrireikingarnar til síðstu uppgávuna í hesi EM undankappingini. Hýrurin var framúr góður, men á venjingini sást ikki, hvussu liðið fer at síggja út í kvøld.
Henrik Larsen ásannar, at møguleikin fyri at vinna kann tykjast størri hesa ferð, enn hann hevur gjørt undanfarnu ferðirnar, men hann hevur ongar ætlanir um at leypa við báðum beinum í álopsgrøvina.
? Vit halda okkum til sama konseptið, sum vit hava gjørt higartil. Vit sóu fyri einum ári síðani á útivølli, at teir eiga eitt gott fótbóltslið. Sum eg havi skilt tað, so eru teir farnir undir fyrireikingarnar til næstu undankappingina. Nýggir spælarar fara ivaleyst at fáa møguleikan, og teir verða uppsettir at vísa, at tað eru júst teir, sum tað skal satsast uppá.
Tú roknar við at fáa meiri pláss at spæla á?
? Teir spæla heilt øðrvísi á heimavølli og útivølli, so tað kann væl vera, at teir verða meiri verjukendir, enn t. d. Týskland var, tá ið teir vóru her. Vit fáa altíð møguleikar at gera mál. Tað ræður um at taka av, og so at halda tætt í verjuni.
Hevur tú umhugsað at flyta Jón Róa Jacobsen longri fram á vøllin?
? Tað kemur ikki upp á tal. Miðverjan er trygg, og hon verður, sum hon hevur verið. Jón Rói plagar at fara onkran túrin fram eftir vøllinum, og tað fer hann ivaleyst eisini at gera í kvøld.
Umhugsar tú broytingar í álopinum?
? Vit vilja fegnir hava meiri skjótleika í álopsspælið. Christian Høgni Jacobsen er komin aftur eftir leikbannið, og tað er væl hugsandi, at hann verður í álopinum hesa ferð, sigur Henrik Larsen, sum leggur afturat, at tað er væl hugsandi, at onkrar aðrar broytingar fara at verða gjørdar.
Súni Olsesn er tøkur aftur eftir skaðan, sum helt honum burtur leygardagin. Hann verður vinstri vongverji, og so er spurningurin, hvørjar aðrar broytingar fara at verða gjørdar. Venjararnir báðir vóru sera væl nøgdir við avrikið hjá Jann Inga Petersen á høgra vongverja. Tí er ikki púra upplagt, at Pól Thorsteinsson soleiðis uttan víðari verður fluttur úr vinstru og yvir aftur í høgra borð.

Ikki spenna ov høgt
Venjararnir og spælararnir vilja ógvuliga fegnir geva áskoðarunum eitt gott fótbóltsupplivilsi. Teir eru greiðir yvir, at besta upplivilsi verður sigur á Litava. Men teir fara at vísa tol og ikki leypa framav. Tað ræður um at hava ta virðingina fyri mótstøðumonnunum, sum skal til.
At satsa meiri álopskent, enn tað hevur verið vanligt, hevur onkra ferðina kostað nógv á heimavølli. Besta dømið um hetta er tíggju ára gamalt. Tá lá í luftini, at Føroyar skuldu vinna á Svangaskarði ímóti Kypros, sum var umleið eins nógv høgri á styrkislistanum, sum Litava nú er frammanfyri Føroyar. Álopsbogin varð spentur, og hann brast.
Nógv vatn er runnið í ánna seinastu tíggju árini. Leikliga er føroyska liðið nógv betri fyri nú. Tað hevði verið ógvuliga hugaligt, um tað í kvøld hevði eydnast at fingið fulla úrtøku ímóti Litava og harvið sagt virðiligt farvæl við hesa EM undankappingina og at sæð við spenningi fram ímóti næstu HM undankappingini.